Jarðfeingi luttekur í tveimum verkætlanum, GeoVR og GEOmuseum, sum hava til endamáls at lýsa part av norðuratlantiska jarðfrøðiliga náttúruarvinum. Í hesum báðum verkætlanum verða útvald jarðfrøðilig støð í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Noregi lýst.

Endamálið við verkætlanunum er at miðla jarðfrøðiliga náttúruarvin í útvaldum støðum í teimum fýra londunum til skúlaungdóm og til øll áhugaði ferðafólk.

Verkætlanin GeoVR nýtir 3-d tøkni, har ætlanin er at velja út jarðfrøðiliga áhugaverd støð í Suðuroynni, sum skulu lýsast við sokallaðari virtual-reality tøkni. Tøknin verður lýst í hesum filmi:

Verkætlanin GEOmuseum hevur til endamáls at gera framsýningar í teimum luttakandi fýra londunum um jarðfrøðiligu broytingarnar í Norðuratlants økinum frá Grønlandi til Ísland, Føroyar og Noregs. 3-D tøknin verður partur av framsýningunum.

Verkætlanirnar GeoVR og GEOmuseum byrjaðu í august og halda fram í fyrsta umfari í eitt ár. Verkætlanirnar verða fíggjaðar av NORA og Nordisk Kulturfond.