Danmark staðfesti 16. november 2004 ST-havrættarsáttmálan, sum gevur strandalondum rætt til landgrunn út um 200 fjórðinga sjómarkið, treytað av, at strandalandið kann skjalprógva, at landgrunnurin – eftir serligum ásetingum – veruliga røkkur so langt út.

landgrunnurin

Hetta merkir, at jarðfrøðiligar grundgevingar mugu fáast til vega, sum kunnu nýtast sum skjalprógv fyri at víðka sjóøkið. Øki eru bæði við Grønland og Føroyar, har grundarlag kann vera fyri møguligum landgrunskrøvum. 

Tílík krøv skulu leggjast fyri Landgrunsnevndina hjá ST í seinasta lagi 10 ár eftir staðfestingina av Havrættarsáttmálanum, og Danmark, Føroyar og Grønland fóru í 2003 undir fyrireikingararbeiðið hesum viðvíkjandi.
 
Jarðfeingi hevur fingið til uppgávu at samskipa Landgrunsverkætlanina Føroya vegna. Tað verður gjørt í tøttum samstarvi við aðrar føroyskar og danskar stovnar og myndugleikar.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Martin V. Heinesen, Jarðfeingi, tlf. 357002. Eisini ber til at vitja heimasíðuna hjá danska granskingarmálaráðnum um landgrunsverkætlanina: www.a76.dk


Magnetiskar dátur
Jarðfeingi upptekur loftmagnetiskar dátur saman við Norges Geologiske Undersøkelse, Oljedirektoratet og fýra oljufeløgum.

Frá 6. mai og o.u. 60 dagar fram verða nýggjar magnetiskar dátur savnaðar inn frá einum flogfari yvir havleiðini norðan fyri Føroyar, íroknað økir bæði innan og uttan fyri 200 fjórðingamarkið, umframt á einum øki innan fyri norska 200 fjórðingamarkið – í Norðurdjúpum, eisini nevnt Norskahavinum.

Høvuðskanningarstøðin er á flogvøllinum í Vágum, men tað fer eisini at verða flogið frá flogvøllum í Noreg.

Samlaða longdin á upptøkulinjunum er o.u. 38.400 km. Flogið verður í ein útnyrðing-landsynning við 5 km millum hvørja linju og í ein útsynning-landnyrðing við 20 km linjufrástøðu. Flogfarið flýgur o.u. 213 m (700 ft) yvir sjónum, og magnetiska upptøkutólið hongur niður úr flogfarinum í o.u. 137 m hædd (450 ft).

Høvuðsendamálið við kanningunum er at innsavna magnetiskar dátur á einum øki, har lítið og einki finst av tílíkum dátum frammanundan. Hesar dátur skulu geva okkum

  • Eina betri fatan av jarðfrøðiliga markamótinum millum meginlandsgrunnin og djúphavið
  • Eitt nágreiniligt kort, sum vísir magnetiska fjølbroytni í undirgrundini
  • Eina betri hylling á jarðbygnaðarligum og gosgjørdum fyribrigdum á og undir havbotninum
  • Grundarlag fyri einum dagførdum myndli yvir jarðsøguligu gongdina á leiðini.

Hesar nýggju dáturnar verða samansettar við veranda magnetiskar og seismiskar dátur, fyri at vit á tann hátt kunnu fáa eina so fullfíggjaða mynd og fatan sum gjørligt av jarðfrøðiligu søguni við havbotnsspjaðing og gosvirksemi kring Atlantsmótið her á leiðini.


Landgrunskrav Føroya í Norðurhøvum handað ST
Havrættarsáttmáli ST (UNCLOS) gevur strandalondum landgrunsrættindi út um 200 fjórðingamarkið, um tey vísindaliga kunnu prógva, at teirra landgrunnur veruliga røkkur út hagar.

Síðani 2002 eru kanningar gjørdar bæði norðan fyri og sunnan fyri Føroyar (umframt á trimum økjum kring Grønland), og tað seinasta árið hevur ein task force undir leiðslu av Jarðfeingi og Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelse (GEUS) skrivað og skipað fyrsta partin av tí ítøkiligu próvførsluni, sum fevnir um landgrunsøkið uttan fyri 200 fjórðingamarkið norðan fyri Føroyar. Próvskjølini vórðu nýliga handað donsku og føroysku uttanríkisráðunum, sum nú hava lagt tey fyri Landgrunsnevnd ST, CLCS, í New York.

Samstundis fer henda sama task force nú undir at fyrireika próvførsluna viðvíkjandi landgrunskravinum uttan fyri 200 fjórðingamarkið sunnan fyri Føroyar.

landgrunnurin3

Fleiri onnur lond hava somuleiðis latið CLCS síni landgrunskrøv, og roknast má við, at nøkur ár ganga, áðrenn vit fáa endaligt svar frá Landgrunsnevndini.

Landgrunsøkið, ið Føroyar krevur norðanfyri, er á leið 90.000 ferkilometrar til víddar. Út til liðirnar er økið avmarkað av 200 fjórðingamørkunum hjá Íslandi, Jan Mayen og Noreg, meðan tað norður eftir er avmarkað sambært øðrum ásetingum í UNCLOS.

Ísland og Noreg gera landgrunskrøv á sama øki sum Føroyar. Ísland handaði ST síni krøv sama dag sum Føroyar, meðan Noreg handaði síni krøv longu í 2006. Noreg hevur fingið partar av sínum krøvum góðkendar, men enn eru smálutirnir í hesi góðkenning ikki almannakunngjørdir. Í 2006 varð trílandaavtala gjørd við Ísland og Noreg um landgrunsbýti í Norðurdjúpum, sum gevur Føroyum 27.000 ferkilometrar av landgrunni. Avtalan er tó treytað av úrskurðinum hjá CLCS.

Fyrireikingarnar av próvførsluni viðvíkjandi landgrunninum sunnan fyri Føroyar, á Føroya-Rockall Háslættanum, fara væntandi at taka 1-2 ár. Formliga tíðarfreistin at lata CLCS okkara landgrunskrøv er í 2014.

Í tráð við ásetingarnar hesum viðvíkjandi er landgrunskravið, ið latið er CLCS, í trimum pørtum:

  1. Executive Summary er alment og kann heintast her, meðan
  2. Main Body og
  3. Supporting Scientific and Technical Data eru ikki almenn

Aðrar viðkomandi leinkjur:

www.mfa.fo, ið er heimasíðan hjá Uttanríkisráði Føroya.
www.geus.dk, ið er heimasíðan hjá jarðfrøðistovninum í Danmark, GEUS.
www.a76.dk, ið er heimasíðan hjá Landgrunsverkætlanini.
http://www.un.org/Depts/los/clcs_new/clcs_home.htm, ið er heimasíðan hjá landgrunsnevnd ST, CLCS.
http://www.un.org/Depts/los/convention_agreements/texts/unclos/closindx.htm, ið er ein leinkja til sjálvan havrættarsáttmála ST.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Martin V. Heinesen, Jarðfeingi, tlf. 357002.