NAG-TEC (Northeast Atlantic Geoscience Tectonostratigraphic Atlas) eitur stór norðurevropeisk verkætlan, sum Jarðfeingi er partur av. Endamálið er at gera eitt nágreiniligt jarðfrøðiligt kort og lýsing, ið millum annað skal betra um vitanarstøðið undir oljuleiting í Norðuratlantahavi. Verkætlanin, sum byrjaði í juni 2011, er úrslit av einum samstarvi millum Jarðfeingi og sjey aðrar norðurevropeiskar jarðvísindastovnar.

Nag brochure_Layout 1
Myndin vísir økið ið verkætlanin arbeiðir við.

Verkætlanin er býtt upp í seks partar, og hevur Jarðfeingi saman við Íslenskar Orkurannsóknir (ISOR) høvuðsábyrgdina av parti 4. Leiðari er jarðfrøðingurin Uni Árting á Jarðfeingi.

Endamálið við hesum parti av verkætlanini er at geva eina neyva lýsing av søguligu gongdini í gosvirkseminum her um leiðir. Á henda hátt fáa vit betri møguleikar at skilja til fulnar ymiskar jarðfrøðiligar spurningar í tilknýti til henda risastóra basaltháslætta, sum Føroyar eru partur av.

Ein liður í verkætlanini er at savna allar viðkomandi dátur og gera tær teldutøkar og lætt atkomuligar. Hetta gevur tí jarðvísindaliga granskingarumhvørvinum nýggja vitan og møguleikar at mennast. Í sambandi við arbeiðið verða skrivaðar fleiri vísindaligar greinir, ið nágreiniliga viðgera spurningar av týdningi fyri jarðfrøðiligu tilgongdina í Norðuratlantshavi.

At vit í Føroyum eru virkin á hesum altjóða granskingarpalli mennir okkara førleikar at vera við og samskipa stórar verkætlanir í framtíðini, samstundis sum vit menna okkara egnu vitan um føroysku jarðfrøðina umframt jarðfrøðina í Norðuratlantshavi sum heild. Jarðfeingi hevur saman við eitt nú British Geological Survey (BGS) verið við í líknandi verkætlanum áður, og hetta arbeiðið økir longu um áhugan fyri framhaldandi granskingarsamstarvi í breiðum høpi.

Umframt Jarðfeingi, BGS og ISOR luttaka Norges Geologiske Undersøkelse (NGU), TNO innovation for life, ið er ein niðurlendskur granskingarstovnur, Geological Survey of Northern Ireland (GSNI), Geological Survey of Ireland (GSI) og De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland (GEUS), sum samstundis  stendur á odda fyri NAG-TEC heildarætlanini.

Verkætlanin, ið verður lutvíst fíggjað av oljufeløgum, lutvíst av granskingarstovnunum sjálvum, er mett at taka trý ár og verður væntandi liðug á sumri í 2014.