Sum partur av vísindavøkuni fer Rakul Maria Johannesen í kvøld, mánadag 12. september at hava framløgu á Landsbókasavninum. Framløgan fer at snúgva seg um hvussu vit í staðin fyri at lata CO2 út í luftina kunnu goyma tað trygt niðri í undirgrundini. Um hvussu hetta longu verður gjørt í londunum rundanum okkum og um møguleikarnar fyri at gera tað sama í føroysku undirgrundini.
Fyrilestur í kvøld 12. sep. “Frá útláti til stein – CO2 goymsla í føroysku undirgrundini”
