Árliga vísindavøkan verður hesaferð í Løkshøll í Runavík. Dyrnar lata upp tann 23. september kl. 8.30 og lata aftur kl. 15.00.
Aftur í ár verður Jarðfeingi við á vísindavøkuna, hesaferð við bási og tveimum áhugaverdum fyrilestrum.
Klokkan 11.20 heldur Uni Petersen fyrilestur um jarðhita-modellering í Føroyum, og klokkan 12.40 heldur Heri Ziska fyrilestur um gosgrýtið í Hetlandsrennuni fyri 20 árum síðani og í dag.
Á básinum vísa vit m.a. dømi um, hvussu man við at granska ein kjarna, ið er tikin úr havbotninum, sær fleiri 1000 ár aftur í tíðina. Eisini ber til at síggja flótandi pimpsteinar og plantufossil, øsku frá einum fleiri 1000 ára gomlum eldgosi og eitt petti av einum borikjarna.
Komið og vitjið básin.