Vónbjørt Vang vitjaði Jarðfeingi mikudagin 14. desember. Vónbjørt, sum er býarbókavørður, skald og rithøvundur, arbeiðir við yrkingasavni, sum tekur støði í jarðfrøði og lívfrøði. Í yrkingunum nýtir hon orð úr jarðfrøðibókini Øldir og Upphav hjá Jóannesi Rasmussen og lívfrøðibókini Lív og gróður hjá Jenny Lydersen.
Vónbjørt greiddi frá hesum áhugaverda slagi av yrkingum, sum á enskum verður nevnt geopoetry har yrkingarnar taka støði í náttúruni kring okkum.