A-horisonturin, sum er markið millum botnin á kolberandi lindini (Prestfjallsfylkið) og niðastu basaltfláirnar (Beinisvørðsfylkið), er áður kortlagdur á landi í Vágunum og norðast í Suðuroynni (Rasmussen & Noe-Nygaard, 1969). Harumframt kom man niður ígjøgnum A-horisontin í Vestmanna-1 boringini. Áður hava metingar um, hvussu A-horisonturin gongur ímillum tey kortløgdu økini verið gjørdar, eitt nú hevur serliga tulkingin hjá Regini Waagstein (1988) á einari linju gjøgnum Streymoynna og Suðuroynna verið nógv brúkt.

Jarðfeingi hevur nú víðkað kortleggingina av A-horisontinum við at nýta seismiskar dátur og gjørt eitt nýtt kort av, hvussu A-horisonturin tekur seg út á innara landgrunninum (Mynd 1). Kortið er gjørt við at interpolera millum kortløgdu punktini. Á myndini síggjast eisini dátupunktini sum eru nýtt til interpolationina. Myrkabláu punktini vísa uppruna kortleggingina í Vágunum og í Suðuroynni og ljósabláu punktini vísa seismisku linjurnar har A-horisonturin er tulkaður (Jarðfeingi rapport JF-J-2020-06).

Mynd 1. Kort fyri A-horisontin. 500 m er ímillum hæddarkurvarnar. Ymisk fyrivarni eru lýst í rapportini. Legg til merkis at kortið fevnir eisini um økir har A-horisonturin er máaður burtur og vísir her hvar hann vildi ligið um hann ikki var máaður burtur.