Hesa komandi vikuna verður skeiðið í havrætti Summer Academy on the Continental Shelf 2024 (SACS) í samstarvi við African Institute of International Law (AIIL), hildið í Arusha, Tansania sum partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya (Setrið), Uttanríkis og vinnumálaráðið, Jarðfeingi, og danska GEUS.

Hetta árliga skeið hevur sum endamál at menna førleikar hjá menningarlondum innan landgrunsviðurskifti, har Føroyar hava holla vitan og royndir. Tað er í høvuðsheitum fíggjað av játtanini til menningarsamstarv, sum verður umsitin av landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, og er knýtt at eini samstarvsavtalu millum Setrið og AIIL.

Luttakaratalið í ár er methøgt. Teir 41 luttakararnir eru úr 18 ymiskum londum, harav 15 londum í Afrika. Fleiri teirra eru framstandandi limir í teirra heimligu landgrunsverkætlanum, har tey arbeiða við at tryggja teirra londum allan tann landgrunn, sum tey sambært  Havrættarsáttmála ST hava rætt til. Umframt at stuðla hesum arbeiði teirra er SACS við til at styrkja Føroyar sum vitanarsamfelag úti í heimi.

Undirvísarar á skeiðinum eru m.a. føroyingarnir Bjørn Kunoy, professari í løgfrøði á Setrinum og leiðandi umboð landsstýrisins í marknamálum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og fyrrverandi limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS) og Finn Mørk, jarðfrøðingur og serkønur í landgrunsmálum á GEUS. Millum aðrar undirvísarar eru dómarar í altjóða dómstólum og limir í CLCS, øll úr Afrika.