Jarðfeingi bjóðar øllum áhugaðum í Kongshøll mikudagin 12. apríl klokkan 14:00 til fyrilesturin ”Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða – Tvey valskeið við føroyskum limaskapi”.

Tað er Martin Vang Heinesen, serfrøðingur í landgrunsmálum, sum greiðir frá arbeiðnum hjá sær í landgrunsnevndini hjá ST seinastu 11 árini.

Landgrunsnevndin viðger og ger tilmæli um ytru landgrunsmørk hjá heimsins strandalondum, Føroyar eru eitt teirra.

Øll hesi mørk eru langt frá ásett enn. Eitt nú gera Føroyar krav upp á 600.000 ferkilometrar av havøki á Føroyar-Rockall háslættanum afturat teimum 300.000 ferkilometrunum av havøki, sum hoyra til Føroyar í dag.