Í samband við fyrireikingararbeiðið til Fámjinstunnilin hava jarðfrøðingar av Jarðfeingi verið í økinum kring Ørðaskarð ímillum Ørðavík og Fámjin, og kanna landslag og jarðfrøði.
Eystanfyri Nónfjall er eitt serligt lendi, sum á kortinum (Mynd 1) er innteknað við reyðum. Hetta lendið, sum nevnist Fámjinsklovningur og Høgiklovningur er sermerkt við heyggjum skapaðir sum langleiddir ryggir (Mynd 2 og 3). Talan er um lendið, sum ofta verður nevnt dysjar, og sum eru úrslit av einum serligum slagi av fjallalopi, sum bert finst serstøk støð í Føroyum. Tað, sum er hent, er, at fjallasíðan brotnar frá og risastóru brotini liggja í avlangum heyggjum oman eftir dalinum (Mynd 2 og 3). Ábendingar eru um, at dysjarnar í boristaðnum (Mynd 1 og 2) eru umleið 32 m tjúkkar. Leyst tilfar í dysjunum typti boringarnar so mikið skjótt, at tað var ikki var møguligt at kanna holini niðurum dysjarnar. Summa staðni í økinum er tilfarið so knúst, at hetta er mest at líkna við eina urð, sum fevnir um stóran part av landslagnum. Hetta urðatilfar sæst nógva staðni í veitum og áum í lendinum. Dysjar eru eisini funnar millum annað í Hvannhaga, í Sandoynni og í Norðradali, og sum dømi um, hvussu dysjar kunnu síggja út, er ein tvørskurður av dysjunum í Hvannhaga at síggja á mynd 4.
Umframt dysjarnar eru eisini onnur tekin at síggja í økinum, sum vísa, hvat hendi her í ístíðini. Millum annað tey bæði økini, ið á kortinum verða nevnd nunatakkar. Hetta eru teir báðir fjallatopparnir Fjallið Mikla og Nónfjall (Mynd 1 og 2), ið hava verið ísfrí økir undir seinastu ístíð. Nunatakkar eru fjallaøkir, sum rukku upp úr ísinum og stóðu sum ísfríir fjallatoppar. Kavi hevur ligið á teimum um veturin, men ikki ísur, sum liggur í nógv ár. Av hesi orsøk kann væntast at fasti kletturin uppi á Fjallinum Mikla og á Nónfjalli er djúpt tærdur av hørðum frosti í ístíðini. Alt lendið undir tí bláu linjuni runt Fjallið Mikla og Nónfjall (Mynd 1) hevur ligið undir ísi, ið var partur av skriðjøklum, sum ferðaðust út eftir.
Hvítar strikur eru teknaðar tvey ymisk støð á kortinum, sum vísa ísgongdina (Mynd 1). Strikurnar eru langleiddar foyrur í fastari hellu , sum eru komnar av skriðjøklunum, sum ferðaðust út eftir lendinum. Foyrurnar vísa, hvønn veg ísurin ferðaðist. Lendið tílík støð kann væntast at verða minni tært av frosti og tiðning, tí tey hava ligið undir tjúkkum ísi.
Tað er hugsandi, at stóra fjallalopið eystanfyri Ørðaskarð hendi í endanum av seinastu ístíð. Tungur ísur frá skriðjøklum hvíldi á fjallasíðuni á Nónfjalli og elvdi til trýst. Tá ísurin í skriðjøklunum bráðnaði burtur, lætnaði trýstið á fjallasíðuni og elvdi til rivur so ein partur av fjallasíðuni á Nónfjalli vestanfyri Ørðaskarð reið oman í risastórum brotum. Akkurát hvussu skjótt hetta er hent, ber í løtuni ikki til at staðfesta.
Norðanfyri dysjarnar er eitt samanhangandi lendi teknað við appilsingulum liti (Mynd 1). Hetta økið hevur ikki langleiddu ryggirnar, eins og dysjarnar. Eitt brot er grivið inn í hetta lendið, sum vísir, at talan ikki er um fasta hellu, men heldur um tjúkk løg av ymiskum sløgum av eyri og gróti (Mynd 2). Brotið verður nevnt eyrbrot. Hetta er tulkað, sum grótkrop, tað vil siga tilfar frá Fjallinum Mikla, sum er brotnað frá og flutt nakað eystureftir undir og aftaná ístíðina.

Mynd 2: Mynd av økinum. Mynda ávísing vísur til nærmynd av dysjunum (Mynd 3) meðan staðsetingin av boringini er merkt Borihol.