Jarðfrøðiligt kanningararbeiði í Føroyum seinastu árini saman við starvsfólki á Jarðfeingi hevur í dag stóra ávirkan á, hvussu vísindafólkini í sokallaða Science Team hjá NASA tulka myndir og aðrar dátur frá Preserverance-rovaranum, sum í hesum døgum koyrur á Mars.

Tááʼtsʼáadah er navnið á stóra steininum á myndini. Myndin er frá heimasíðuni hjá Mastcam-Z.

Samstarvið millum Jarðfeingi og granskarar í AMASE-toyminum hevur longu fleiri ár á baki. Arbeiðið hjá AMASE-toyminum í Føroyum var fyrst og fremst at kallibrera tey tólini, sum í dag sita á Preserverance, til grótið, tey væntaðu at finna á Mars, har millum basalt og ymisk sløg av  royðugróti. Seinni hevur hetta samstarv eisini ment seg at umfata annað jarðfrøðiligt kanningararbeiði. Eitt nú í Bíggjarskor og úti í Tindhólmi.

Niðast í greinini er leinkja til eina bloggu, sum Nicole Schmitz hevur skrivað, um eina serliga mynd av Mars. Nicole hevur sum sagt verið í Føroyum fleiri ferðir í sambandi við arbeiðið saman við Jarðfeingi. Her eru hennara royndir við at hyggja og arbeiða við jarðfrøðini í Føroyum við til at mynda teirra máta at tulka myndirnar, sum tey fáa við sokallaða Mastcam-Z.

Mynd av Nicole Schmitz og øðrum í AMASE-toyminum í Suðuroy, har nakað av abeiðinum hevur verið. Mynd: Kjell Ove Storvik.

Nicole skrivar millum annað soleiðis “Studying terrestrial Pāhoehoe flows, including the Faroese ones, could tell us what to look for to support the tentative identification of such a flow on Mars with a different dataset, working under the assumption that key aspects of the formation on Mars and Earth would be analogous. Field work in two worlds, robotic and human, to better understand both worlds.”

Mynd av lavabørki (ropey lava) í Føroyum, sum nú eisini sæst á myndunum frá Mars. Mynd: Uni Árting, Jarðfeingi.

 

Leinkja til greinina:

https://mastcamz.asu.edu/galleries/taa%ca%bcts%ca%bcaadah/?back=%2Fmars-images%2Fteam-favorites%2F&fbclid=IwAR1v1sPBSb03GY9ECd_0cBn8x4NBaiAFJ8HtuGzDnnBfybTvAVc47ViqE58