Mánadagin 23. apríl byrjaði summarskeiðið við heitinum Summer Academy on the Continental Shelf 2018 (SACS). Skeiðið varar í eina viku og verður hildið í Arusha, Tansania.

31 fólk úr 20 londum luttaka á skeiðinum, og av hesum eru umleið helmingurin úr 11 afrikanskum londum, meðan hini eru úr londum kring allan heim.

Skeiðið í Arusha er grundað á samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og African Institute of International Law. Jarðfeingi hevur verkætlanarleiðsluna. Fíggjarliga er skeiðið m.a. stuðlað av Korean Maritime Institute og av játtanini hjá landsstýrinum til menningarsamstarv.

Undirvísarar á skeiðinum eru m.a. føroyingarnir Bjørn Kunoy, havrættarserfrøðingur, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS) og Finn Mørk, jarðfrøðingur. Millum aðrar undirvísarar eru forsetin í altjóða dómstólinum í Haag og aðrir limir í CLCS.

Summarskeiðið í havrætti, SACS, varð hildið í Føroyum í 2014, 2015 og 2016.

Les meir um skeiðið SACS á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum her. https://setur.fo/page-samples/news/news-single/news/summer-academy-on-the-continental-shelf-2018/