Leygardagin 24. apríl skipaðu Tvøroyrar kvøldskúli og Visit Suðuroy saman við Barbaru Biskopstø Hansen og Lis Mortensen frá Jarðfeingi fyri einum fyrilestri við útferð í Suðuroy. 12 fólk luttóku.
Dagurin byrjaði við eini framløgu á skúlanum á Tvøroyri, har jarðfrøðiliga søga Føroya við serligum atliti til Suðuroynna varð lýst. Tiltakið kallaðist Frá eldgosum til ístíðir í Suðuroy og lýsti í stuttum, hvussu Føroyar eru bygdar upp av eldgosum til ein stóran basaltháslætta og niðurbrotnar ígjøgnum tíðina til tær 18 smáu oyggjarnar, vit kenna Føroyar sum í dag.
Aftaná fyrilesturin gekk leiðin við bussi í avbera føgrum veðri út at vitja fleiri áhugaverd støð, ið vístu jarðfrøðiligu søguna. Vit byrjaðu úti í Ásdali við Ulingatanga, har vit m.a. hugdu at teimum seinastu basaltfláunum í Beinissvørðsfylkinum (niðastu fláir), og hvussu Prestfjallsfylkið (kolalindin) og Malinstindsfylkið (miðfláir) liggja omaná. Vit stegðaðu á við vakra staðið “Kulagjógv”, har luttakararnir fingu innlit í, hvussu vatn og landslag kundi elva til eyðkendu stabbagrótsviftuna.
Við gamla tunnilsmunnan og útsýni suður á Bornskarð undir fjallinum Galvur fingu luttakararnir eina uppgávu, har øll skuldu hyggja at umskaringini í Botnskarði og seta saman forskotnu basaltfláirnar báðu megin gilið. Spurningurin var: hevði umskaringin elvt til, at økið vestanfyri gilið var forskotið 10 m uppeftir ella niðureftir? Tað tók eina løtu at finna svarið, og hetta svarið hevur havt stórar avleiðingar fyri kolavinnuna í Hvalba.
Aftaná ein matarsteðg vitjaðu vit í kolanáminum í Hvalba, har Jákup Jensen fyrst greiddi frá áhugaverdu kolanámssøguna í Suðuroy, sum byrjaði í 1600-talinum, og síðani leiddi okkum inn í kolanámið at uppliva námið og síggja strípukol og nýrakol og nógv áhugavert í námunum.
Ógvisligu hendingina, tá eldgosini fóru í gongd aftur, og frumskógurin varð lagdur í oyði, sóu vit í tjúkka reydliga grótinum í fossinum í Ánni í Lágamúla í Hvalba á veg niðan í móti tunnilsmunnanum til Sandvíkar.
Fyri at hyggja nærri at dømum um hvussu eldgosini hildu fram við Malinstindsfylkinum (miðfláir), fóru vit út á Norðbergseiðið. Her hugdu vit eftir basaltfláum, sum eru illa tærdar av salti, men sum týðiliga vísa tær tunnu fláirnar í Malinstindsfylkinum við gasspoknum, gasspípum og lavabørki. Poknurnar eru seinni fyltar út við ljósum mineralum sum t.d. ymisk sløg av soðsteinum.
Nú høvdu vit vitjað støð í Froðba, Tvøroyri, Ranghaga og Hvalba, sum lýstu, hvussu Føroyar vórðu bygdar av basaltiskum eldgosum, sum steðgaðu fyri umleið 55 milliónum árum síðani. Vit vóru nú komin til søguna um, hvussu tann stóri slættin bleiv til 18 smáar og brattar oyggjar. Seinasti steðgurin á útferðini var í Rangahaga, har vit hoyrdu um tær stóru veðurlagsbroytingarnar seinastu 2,6 milliónir árini og sóu tekin frá afturvendandi ístíðum, har ísurin brýndi niður lendið til djúpar dalar og brattar líðir. Vit sóu avrundaða ísbrýnda hellu við týðiligum ísskøvum, sum neyvt vístu, hvønn veg ísurin ferðaðist í seinastu ístíð.
Seinasta staðið á útferðini við heitinum “Frá eldgosi til ístíðir í Suðuroy” snúði seg um nútíðina og tær náttúrukreftir, sum eru virknar í landslagnum í løtuni. Føroyska landslagið í løtuni er merkt av tempereraðum veðurlagi nær við sjóvarmálan. So skjótt vit fara nakað niðan í hagan er kaldari, og veðurlagið er ikki tempererað longur. Hetta staðið í Ranghaga er einar 200 m yvir sjóvarmálan, og her kundu vit eygleiða, hvussu sandur og grús í lendinum eru merkt av, at vatnið í jørðini frystir og tiðnar so ofta í hesum kaldliga umhvørvinum. Steinar og grús løgdu seg í strípum og polygonum omaneftir lendinum við sandi í miðjuni. Slík frostsortering elvir til støðugar rørslur og óstabilitet, og hetta er ein av virknu tilgongdunum í føroyska landslagnum í løtuni.