Jarðfeingi hevur seinastu fýra árini savnað saman dátur í eini roynd at skilja, hvussu grundvatnið ferðast í føroysku undirgrundini og fyri at finna út av, hvussu stórur jarðhitavøksturin er. Eitt royndarøki kring Kollafjørð varð valt, og her vórðu rivur og fláamørk neyvt kortløgd. Úrslitini eru almannakunngjørd í frágreiðingini “GROUNDWATER AND GEOTHERMAL ENERGY IN KOLLAFJØRÐUR AND SURROUNDING AREAS”.
Síðani á sumri 2018 er hitin í vatninum máldur í umleið 400 jarðhitaboringum kring allar Føroyar. Sigast kann, at jarðhitavøksturin í føroysku undirgrundini sum heild hækkar umleið 3oC pr. 100 metrar. Hóast hetta vísa mátingar, at fjølbroytni er í jarðhitavøkstrinum á ymisku støðunum í Føroyum.
Okkara vón er, at hetta arbeiðið er byrjanin til at skilja grundvatns- og jarðhitaskipanina í føroysku undirgrundini betur, soleiðis at vit í framtíðini kunnu gagnnýta hetta tilfeingið til m.a. upphiting, el-framleiðslu og drekkivatn.