Hvussu bleiv mánin til? Nær gjørdist risameginlandið Rhodinia? Nær vóru dinosaurar vanligir skapningar á jørðini? Og nær blivu Føroyar til? Hesar og nógvar aðrar stórhendingar frá jarðarsøguni verða lýstar á framsýningini Jarðfrøðiliga tíðarlinjan, sum vitjar á SALT í Suðuroy í døgunum frá 15. mai til 12. juni 2021.
Jarðfrøðiliga søga Føroya, sum fevnir um umleið 60 milliónir ár, verður sett í ein samanhang við samlaðu jarðarsøguna, sum er eini 4.600 milliónir ár. Framsýningin vendir sær til skúlar og annars øll við áhuga fyri hugtakandi stórhendingum í jarðarsøguni. Teksturin er bæði á føroyskum og enskum máli.
Framsýningin hevði fernisering á SALT tann 15. mai 2021. Ólavur Rasmussen, stjóri á SALT, bjóðaði vækomin, og Lis Mortensen frá Jarðfeingi greiddi frá framsýningini. Áhoyrarar, sum taldu bæði ung og vaksin, høvdu spurningar um hendingar, sum síggjast í Hvannhaga, í Hvalba og í Froðba, og sum lýsa jarðfrøðiligar hendingar fyri umleið 61 til 54 milliónum árum síðani.
Framsýningin er gjørd av Magma Geopark í Norra, Jarðfeingi og øðrum samstarvspørtum úr Íslandi og Grønlandi. Hon er at síggja á ovaru hædd yvirav Café SALT.
Eyka tilfar og uppgávur til framsýningina síggjast her. Lærarar og øll áhugaði eru vælkomin til at brúka hetta tilfarið.