Skráin fyri árligu Vísindavøkuna er komin út, og hesa ferð er Jarðfeingi umboðað við tveimum fyrilestrum, sum báðir nema við evnir innan grøna orkuskiftið.
Fyrri fyrilesturin Føroyar sum CO2-goymsla verður at hoyra á Sands bókasavni kl. 19 mikukvøldið tann 15. september. Ein máti at minka CO2-útlátið er at goyma tað í CO2-goymslum, og hetta kvøldið fer Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur PhD, at greiða frá, hví vit meta, at tað er møguligt at hava CO2-goymslur í Føroyum. Royndir úr øðrum londum vísa, at CO2-goymslur hava eydnast væl í londum við somu jarðfrøði sum í Føroyum. Møguleiki er tí fyri, at føroyska undirgrundin er væl egnað til hetta endamálið.
Seinni fyrilesturin hjá Jarðfeingi verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn fríggjadagin 24. september kl. 9.20, tá Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur PhD, lýsir Grundvatn sum tilfeingi. Fyrilesturin snýr seg um teir møguleikar, sum grundvatn í føroysku undirgrundini kann geva samfelagnum viðvíkjandi t.d. drekkivatni og orkuframleiðslu. Fyrilesturin nemur við, hvussu vit kunnu gagnnýta grundvatn við at kanna, hvar vatnið situr í basaltinum, og hvat kann gerast fyri at skilja jarðfrøðina betur, soleiðis at sigast kann í hvørjum økjum, fláum, rivum v.m. mesta vatnið situr.
Sí skránna fyri Vísindavøkuna 2021 her
Sí skránna til Vísindavøkuna á ferð her.