Fyrireikingarnar til vatnráðstevnuna, sum verður í døgunum 4. til 6. september í Norðurlandahúsinum, eru nú komnar væl áleiðis. Evstamark at senda íkast inn fór 15. Feburar, og inn komu 110 abstract frá oyggjum kring allan heimin. Altjóða vatnráðstevnan ber enska heitið 1st Island Water Congress, og hon er tann fyrsta í eini nýggjari røð. Tað er Jarðfeingi, ið saman við felagsskapinum International Water Resources Association, skipa fyri ráðstevnuni. Sum liður í allarfyrstu fyrireikingunum skipaði Jarðfeingi fyri tveimum døgum, har ymiskir áhugapartar luttóku. Tað er úrslitið av hesum døgum, sum liggur sum grund fyri evnunum hesaferð: fyrisiting, samstarv og nýmenning.

Høvuðsendamálið við ráðstevnuni, ið hevur fokus á vatnnýtslu í oyggjasamfeløgum, er at gera føroyingar meira tilvitaðar um vatn og ta ofta kostnaðarmiklu og orkukrevjandi viðgerð, ið vatn krevur frá keldu til vask. Tí hóast Føroyar verða roknaðar sum eitt vatnríkt land, og hóast tað regnar í stórum nøgdum her á landi, merkir tað ikki endiliga, at vit hava nóg mikið av vatni. Hetta kann standa sum ein andsøgn, men orsøkirnar til hetta eru fleiri. Í Føroyum brúka vit mest yvirflatuvatn, hóast vit eisini brúka kelduvatn og grundvatn, men okkara vatngoymslur eru í nógvum førum sera smáar. Vit gerast fleiri fólk í Føroyum, og vinnan stendur í  vøkstri, og alt hetta krevur meira vatn. Summastaðni í Føroyum er ikki nokk av vatni, kanska serliga um summarið, meðan tað aðrastaðni kann vera áarføri, ið kann hava dálkað vatn við sær. Øll hesi viðurskifti eru viðvirkandi til, at tað til tíðir er trupult at fáa bæði nóg mikið og nóg reint vatn til hækkandi nýtsluna í Føroyum.

Harafturat kemur tann sannroynd, at krøvini frá alheiminum herðast alsamt, eisini tá ið tað kemur til at vísa á burðardygd í sambandi við vatnnýtslu. Nógv av teimum oyggjasamfeløgunum, ið vit samskifta við í sambandi við vatnráðstevnuna, hava sera stórar og ymiskar avbjóðingar við at útvega reint vatn – nógv størri enn vit hava í Føroyum, og hesi hava verið noydd at endurnýta ella avsalta vatn í longri tíð. Hesum kunnu vit í Føroyum møguliga læra av, samstundis sum vit kunnu læra tey, hvussu vit í Føroyum gera, tá ið tað kemur til burðardygga nýtslu av vatni.

Til ber at melda seg til ráðstevnuna við at trýsta her (Islands Water Congress), har tað eisini er møguligt at melda seg til annan av teimum báðum felttúrunum skipað verður fyri.

Hiddenfjord er høvuðsstuðul til Vatnráðstevnuna 2024.

Fylg eisini við á Facebook og Instagram.

Mynd: Visit Faroe Islands