Í døgunum 20. og 21. mars var Jarðfeingi karmur um skeið fyri brunnborarar og tey, ið arbeiða við vegagerð, tunlum, planering, spreinging, útstykking o.ø. Skeiðið hevði atlit at jarðfrøði, grundvatni og jarðhita. Hetta er fyrstu ferð, at júst hetta skeiðið verður hildið.

22 fólk frá ymsum fyritøkum og almennum stovnum kring landið luttóku á skeiðnum. Fyrsti dagurin bjóðaði upp á framløgur, har byrjað varð við at greiða frá føroysku jarðfrøðini við at nágreina, hvussu jarðfrøðin háttar sær í teimum føroysku basaltfláaunum. Seinni varð farið nærri inn á leir og vatn í undirgrundini, og hvussu hesi kunnu ávirka tað arbeiðið, ið skal gerast. Hetta varð gjørt við atliti at, hvussu ein best kann fyrireika eitt arbeiði, t.d. ein tunnil, eina jarðhitaboring ella annað arbeiðið, ið skal gerast í undirgrundini.

Eisini varð komið inn á, hvussu grundvatn ferðast í undirgrundini og teir dálkingarvandar, ið kunnu standast av at seta hol á grundvatnsgoymslur. At enda varð víst á teir møguleikar, sum í dag finnast við at brúka jarðhitamodellering fyri at finna bestu loysnina á einum ávísum staði, umframt at víst varð á teir møguleikar, ið liggja í at gera neyvar mátingar í undirgrundini við tólum, ið Jarðfeingi eigur. Alt fyri at betra um vitanina áðrenn arbeiðið byrjar.

Dagin eftir varð skipað fyri felttúrið, har farið var út at hyggja at ymiskleikum í føroysku jarðfrøðini. Millum annað varð vitjað í vatnsavningarbrunninum í Norðoyatunlinum og á Glyvrum, har ein verkætlan hjá Jarðfeingi og Runavíkar kommunu í desember 2022 rakti við nærum 24 ˚C heitt vatn.