Heita vatnið á Lygnnesi í Kollafirði varð funnið á sumri 2014 í sambandi við eina av fyrstu jarðhitaboringunum í økinum. Samanlagt renna í dag umleið 15 tons um tíman av 24-27oC heitum vatni úr holunum í økinum á Lygnnesi (mynd 1). Higartil hava upp í móti 800-900.000 tons av vatni runnið úr boringunum.

Í 2019 gjørdi Jarðfeingi av, saman við Heilsufrøðiligu starvstovuni, Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuni, at gera nakrar kanningar av vatninum. Holini UB1 og B6 (mynd 1) vórðu vald út fyri at kanna, hvussu heitt vatnið í mesta lagi hevur verið, og hvussu “gamalt” tað er, tvs. hvussu leingi tað hevur verið í ringrás í undirgrundini. Harumframt vórðu innleiðandi kanningar í sambandi við drekkivatnsgóðsku eisini gjørdar.

Mynd 1. Staðseting av boringunum á Lygnnesi í Kollafirði. Kanningar eru gjørdar av vatninum, sum rennur úr UB1 og B6 (sí boringarnar í gulu rundingunum).

Hitin og pH-virðið á vatninum, sum rennur úr boringunum, eru ávikavist 26,8oC og 9,84 fyri UB1 og 24,5oC og 9,92 fyri B6.

Tað, at fáa greinað hvussu heitt vatnið hevur verið, kann siga okkum nakað um, hvussu djúpt niðri í undirgrundini vatnið hevur verið. Vanliga siga vit, at hitastigið í føroysku undirgrundini veksur á leið 3oC/100 m ella 30oC /km, meðan vatn á yvirflatuni hevur ein miðalhita á umleið 6-7oC.

Evnafrøðin á vatninum vísti, at vatnið, sum kemur úr boringunum, er regnvatn, sum er seyrað niður í undirgrundina. Innihaldið av grundevninum B (bor) og Cl (klor) í vatninum er lutfalsliga høgt.

Innihaldið av bor kann benda á, at vatnið hevur sitið í undirgrundini eina tíð, áðrenn tað er komið upp til yvirflatuna gjøgnum boringarnar UB1 og B6. Bor kemur í vatnið, tí vatnið upploysir eitt sindur av grótinum, í hesum føri basalti, sum rúmar lutfalsliga nógv bor.

Orsøkin til, at grundevnið klor er í vatninum, kann vera av vindbornum sjógvbitlum, sum fella niður á lendið og síðani seyra niður í undirgrundina saman við regnvatninum. Ella orsøkin kann vera, at samband er millum vatngoymsluna í undirgrundini og sjógv, hetta hevur man millum annað sæð í Íslandi. Innihaldið av Cl er tó langt frá so høgt, sum tað er í sjógvi.

Kanningarnar vístu, at vatnið hevur havt ein mesta hita á 35-38oC, tvs. at vatni sum rennur úr UB1 og B6 hevur verið niðri á umleið 1000 m dýpið.

Tritiumkanningar vórðu gjørdar fyri at finna “aldurin” á vatninum. Kanningarnar vístu, at tritiuminnihaldið í vatninum er sera lágt, men kanningarnar av tí innihaldinum, sum varð funnið, vístu, at fyri tað mesta eru 20% av vatninum ”yngri vatn”, tvs. seyrað og farið í ringrás í jørðini eftir 1955, meðan hini 80% eru nógv eldri.


Óluva R. Eidesgaard hevur tikið myndirnar niðanfyri.

Mynd 2 og 3. Rikke Berg Larsen (Heilsufrøðiliga starvsstovan) og Jana Ólavsdóttur (Jarðfeingi) taka prøvar av UB1, sum vórðu sendir til ISOR í Íslandi, og harumframt vórðu kanningar av drekkivatnsgóðsku gjørdar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Eurofinns Miljø.

Mynd 4 og 5. Romica Øster (Jarðfeingi) tekur vatnprøvar úr UB1 til tritiumkanningarnar í Bremen.