Myndakappingin “Avmynda føroysk mineral og grótsløg 2020” er nú liðug.
Inn komu heili 997 myndir, og hetta er eitt avbera ríkt og spennandi myndaúrval av alskyns mineralum og grótsløgum.
Vinnaramyndin (niðanfyri) gjørdist myndin hjá Heina Virgarsson. Myndin er av “Kopar í royðugróti”. Myndin er av einum umleið 25 cm stórum, serstakliga vøkrum koparkrystalli í royðugróti.
Uttanhýsis dómarin, Volker Betz, sigur soleiðis: “This is not only outstandig for the Faroes, it is a world class specimen”.
Sostatt er talan um serstakan mineraldýrgrip, sum Heini eisini hevur latið Jarðfeingi til varðveitslu.
Vit á Jarðfeingi fara at takka fyri stóra áhugan fyri hesum myndaátakinum. Hóast myndakappingin er av, eru tit framhaldandi vælkomin at senda myndir av mineralum og gróti til okkara.
Eitt úrval av øllum innkomnu myndunum sæst á Instagram/Facebook vangunum hjá Jarðfeingi.
Niðanfyri eru tær 15 myndirnar, sum vit á Jarðfeingi valdu út og sendu dómaranum at finna vinnaran burturúr.