Altjóða landgrunsskeiðið Summer Academy on the Continental Shelf, SACS, har Jarðfeingi spælir ein meginleiklut, hevur fingið viðurkenning frá ST

Síðan 2014 hava Jarðfeingi og Fróðskaparsetur Føroya skipað fyri altjóða landgrunsskeiðinum Summer Academy on the Continental Shelf.

Tey fyrstu árini varð hetta vikulanga skeiðið hildið í Føroyum, men síðan 2018 hevur tað verið hildið á African Institute of International Law í Arusha, Tansania, AIIL, í samsvari við eina samstarvsavtalu millum Setrið og AIIL.

SACS verður í stóran mun fíggjað av menningarhjálpini hjá Føroya Landsstýri, og Aðalfundur Sameindu Tjóða hevur ferð eftir ferð givið skeiðinum formliga viðurkenning fyri sítt íkast til at menna førleikarnar hjá strandarlondum, herundir serstakliga menningarlondum, at áseta og umsita teirra landgrunsmørk.

Í síni seinastu árligu havrættarsamtykt, sum kom út nýliga, skrivar Aðalfundur ST soleiðis:

[The General Essembly] Recognizes the holding of the regional courses on the continental shelf in Arusha, United Republic of Tanzania, jointly organized by the African Institute of International Law and the University of the Faroe Islands, and their continuing important contribution to capacity-building, particularly in developing countries;

Øll samtyktin kann lesast her:

Í ár verður skeiðið hildið á National University of Singapore, har meginparturin av luttakarunum koma úr menningarlondum í Asia og ymiskum oyggjasamfeløgum í Oseania.

Tey, ið skipa fyri skeiðinum, eru Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Setrinum, Finn Mørk, jarðfrøðingur á GEUS (De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland), Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur á Jarðfeingi og limur í Landgrunsnevnd ST, og Gunnleyg Ihlen, samskipari, Jarðfeingi.