Jarðfeingi hevur seinastu knapt trý árini, mált hitan á vatninum í omanfyri 400 jarðhitaboringum (mynd 1). Hetta verður gjørt skjótt eftir boringina, og áðrenn jarðhitaboringin verður sett til hitapumpuna. Hitin á vatninum niður gjøgnum boringina, kann geva ábendingar um jarðhitavøksturin í føroysku undirgrundini, ið sum heild hækkar umleið 3oC pr. 100 metur. Hóast hetta, so sæst fjølbroytni í jarðhitavøkstrinum á ymisku støðunum í Føroyum.

Yvirskipað vísa okkara mátingar, at jarðhitavøksturin hækkar frá høvuðsstaðnum og norðureftir. Enn hava vit ov fáar mátingar frá Sandoy og Suðuroy, men higartil benda mátingarnar á, at jarðhitavøksturin hækkar frá høvuðsstaðarøkinum og suðureftir (mynd 2-4).

Mynd 2-4 vísa jarðhitavøksturin á máldu boringunum á lodrætta ásanum og breiddarstig eftir vatnrætta ásanum. Litirnir á punktunum vísa hvørjum øki/postnummari boringarnar eru í. Boringar, har vatn rennur út á yvirflatuna (artesiskar boringar), eru ikki tiknar við í hesum yvirliti. Orsøkin er, at tær kunnu geva eina misvísandi/skeiklaða mynd av jarðhitavøkstrinum.

Mynd1: Staðseting av jarðhitaboringunum, sum eru boraðar í Føroyum (kelda: kortal.fo).

Mynd 2: Jarðhitavøkstur frá 50 m til 150 m dýpi í boringunum (y-ásin) og breiddarstig (UTM) (x-ásin) í máldum jarðhitaboringum.

Mynd 3: Jarðhitavøkstur frá 100 m til 200 m dýpi í boringunum (y-ásin) og breiddarstig (UTM) (x-ásin) í máldum jarðhitaboringum.

Mynd 4: Jarðhitavøkstur frá yvirflatuni, har miðalhitin er 6,5oC til botnin á teimum einstøku boringunum (y-ásin) og breiddarstig (UTM) (x-ásin) í máldum jarðhitaboringum.

 

Umrokning av breiddarstig til UTM:
62o15´00´´N = 6950433 Northing (UTM)         62o00´00´´N = 6884855 Northing (UTM)
61o45´00´´N = 6848356 Northing (UTM)         61o30´00´´N = 6820519 Northing (UTM)