Mánakvøldið 12.juli kl 18 verður tiltak á Búnaðarstovuni í Kollafirði um jørð og gróður, har Søren Husted professari á Københavns Universitet heldur fyrilestur við heitinum: “Sådan forbedrer du jordens frugtbarhed og forbedrer plantevæksten.”

Tiltakið er ókeypis. Øll eru vælkomin og tilmelding er ikki neyðug.

Søren Husted vitjar í Føroyum í samstarvi við Jarðfeingi, Búnaðargrunnin og Búnaðarstovuna fyri at gera yvirlitskanningar av føroyskari jørð og plantum á eini 10 útvaldum støðum. Endamálið við kanningunum er fáa ábendingar um møguleikar og avbjóðingar í mun til taðing og røkt av føroyskari jørð og útfrá hesum gera uppskot til víðari kanningar av jørð og plantuheilsu.