Í seinastu viku vóru umboð frá Jarðfeingi við á oljuráðstevnuni PETEX í London. PETEX er ein afturvendandi ráðstevna, ið verður hildin annaðhvørt ár í London, og hetta er fyrsta ráðstevnan uttanlands, sum Jarðfeingi hevur verið við á seinastu tvey árini. Við sær hesa ferð høvdu umboðini ein sølubás umframt eina dagføringsframløgu um føroyska økið.
Ráðstevnan vardi í tríggjar dagar, og mikudagin 24. november var Kate Sanderson, sendikvinna í London, og vitjaði á ráðstevnuni.
Eitt afturvendandi evni á ársins ráðstevnu, ið stórur dentur var lagdur á, var orkuskifti. Sera áhugavert var at hoyra, hvussu oljuvinnan av álvara er byrjað at sameina eina røð av átøkum fyri at røkka einum nullútláti. Hetta gera tey millum annað við at sameina ymisk nýggj og minni nýggj hugskot, eitt nú CO2-goymslu. Millum annað varð nevnt, at lagt eigur at vera upp fyri CO2-goymslu longu í leitiloyvistreytunum.
Ein háttur at gera hetta, og sum longur verður gjørt ymsastaðni, millum annað í Noregi, er í beinleiðis sambandi við oljuframleiðslu, har man fyllur CO2 niður í aftur gamlar oljugoymslur. Harumframt verður eisini stórur dentur lagur á at elektrifisera pallarnar við vindmylluorku, har offshore-vindmyllulundir koma at fáa ein týðandi leiklut.
Eisini var ein varislig optimisma í vinnuni at hóma millum teir umleið 800 luttakararnar, ið møttu hvønn dag.