Tað føroyska økið er 99,5 % hav og verri kortlagt enn Mánin. Hetta er heitið á fyrilestrinum, sum Bartal Højgaard, Jarðfeingi, heldur á Vísindavøku á ferð í Sørvágs bókasavni tann 4. november kl. 19.00.
Bartal greiðir frá havbotnsdátum úr føroyska økinum í sambandi við stóru evropisku verkætlanina EmodNet, sum Jarðfeingi er partur av.