Í summar gjørdi Jarðfeingi seismiskar kanningar fyri Landsverk í sambandi við Suðuroyartunnilin.

Fyrireikingarnar byrjaðu seinasta vetur. Tað krevur góðan streym at gera seismiskar kanningar í millum oyggjarnar, og tí varð ráðlagt at gera kanningarnar 13-15. juli, tá streymurin var bestur.

Avtala varð gjørd við Aarhus Universitet um útgerð til seismiskar kanningar, og avtala varð eisini gjørd við Havstovuna um leigu av Magnus Heinason.

Tað var av allar besta veðri, og upptøkurnar eydnaðust væl. Dáturnar eru nú klárar at brúka saman við øðrum kanningum til fyrireikingarnar av Suðuroyartunlinum. Myndin niðanfyri vísir eitt dømi av einari seismiskari linju, har til ber at síggja hellingina á basaltfláunum og einkultar reflektiónir, sum kunnu nýtast til at tulka jarðfrøðina í økinum.

Mynd 1. Ein av seismisku linjunum. Hellingin á basaltfláunum sæst, og einkultar reflektiónir eru, sum kunnu nýtast til at tulka jarðfrøðina í økinum. Tann ovasta linjan er havbotnurin.

Niðanfyri eru myndir frá kanningunum, har útgerðin sæst. Í høvuðsheitum er útgerðin ein luftkanón, sum ger ein hvøllan brest undir vatnið, og fleiri upptøkutól til afturljóðið av hesum brestinum. Upptøkutólini sita á einum 600 m langum kaðali, eisini kallaður ein streamari. Harafturat er telduútgerð til at stýra upptøkunum og til at goyma upptøkurnar.

Umframt manningina á Magnus Heinason so vóru Anne Marie Norby og Ernst Vágsgarð frá Landsverk og Turid Madsen frá Jarðfeingi við sum hjálparfólk. Per Trinhammer frá Aarhus Universitet stóð fyri teknikkinum. Uni K. Petersen frá Jarðfeingi stóð fyri seismisku kanningunum.

Turid Madsen hevur tikið myndirnar.

 

Mynd 2. Tann meira enn 600 m langi streamarin er á einari rullu í einari bingju. Her verður hann settur út. Á kaðalinum eru 96 upptøkustøð.

 

Mynd 3. Á hekkuni tikið frameftir. Aftara bingjan er tann við rulluni til streamaran, og fremra bingjan hevur luftkompressaran, sum ger trýstluftina til luftkanónina.

 

Mynd 4. Seismikkurin verður gjørdur við einari luftkanón, sum sleppur luft út við 120 bar.

 

Mynd 5. Myndin er tikin á hekkuni. Streamarin er í bakborðssíðu, og luftkanónin er í stýriborðssíðu. Luftbløðrur av skotinum síggjast aftanfyri boyuna. Á myndini sæst eisini tað góða veðrið, sum helt sær allar dagarnar, meðan kanningarnar vórðu gjørdar.

 

Mynd 6. Tólini, sum verða nýtt til at stýra upptøkunum og til at goyma upptøkurnar. Á myndin eru frá vinstru: Ernst Vágsgarð, Per Trinhammer og Anne Marie Norby.

 

Mynd 7. Nakrar av seismisku linjunum, sum skulu skjótast.