Uni K. Petersen greiðir frá hitamodellering sum lýsir hvussu hitin í grótinum rundanum jarðhitahol háttar seg í samband við nýtslu av jarðhita. Dømir vera víst har man sær týdning av ymsum nýtslustigum og ymsum longdum av boriholum. Niðurstøðan er at modelleringin kann nýtast til at  planleggja framtíðar útbygging av jarðhita.

Fyrilesturin verður á Vísindavøkuni fríggjadagin 23. septembur kl. 11.20
Sí skránna her

Figur 1. Myndin vísir ein skurð gjøgnum jarðhitaholið í einum 3 dimensionellum modellið. Litirnir vísa hitan í grótinum og pílarnir vísa hvussu hitin ferðast ímóti jarðhitaholinum.