Ein jarðtinna (fr. geode) kann samanberast við eina stóra, meira ella minni rundleitta poknutinnu, har alskyns – ofta sera vøkur – steinsløg (mineral) gjøgnum langa tíð eru úrskild úr gjøgnumseyrandi vatni í grótinum. Tey hava so líðandi, heilt ella partvíst, fylt eina stóra poknu ella holu í grótinum. Ofta eru jaður ella ringar við ymiskum steinsløgum, sum bera boð um skiftandi umstøður í grótinum gjøgnum tíðirnar.

Jarðtinnur í føroyskum gróti eru vanliga úr ymiskum brigdum av kisilsteini (SiO2), til dømis kalsedon, agat, jaspis, opal ella reinum kvarts (bjargkrystalli). Hetta tilfar er sera mótstøðuført og kann liggja eftir, tá basalgrótið uttan um er tært og máað burtur.

Myndin vísir eina jarðtinnu úr ymiskum kisilmineralum. Uttast er eitt jaður av kalsedon (grátinnu). Hetta jaður er tað fyrsta, ið er úrskilt burtur úr gjøgnumseyrandi vætuni niðri í jørðini. Kalsedon er eitt kisilmineral við ørsmáum krystallum, sum eygað ikki sær. Innara jaðrið er úr bergkrystalli (kvarts), og her sæst skapið týðiliga á glaskendu kvartskrystallunum. Miðjan á jarðtinnuni er opin. Trýst, hiti og evnafrøðiligu umstøðurnar niðri í jørðini treyta, hvørji mineral verða úrskild gjøgnum tíðirnar.