Hvat eru tað fyri máttir, ið gera seg galdandi innan í jørðini, tá ið talan er um eldgos? Hvussu verður magma til í kápuni, og hvat er avgerandi, tá ið talan er um, hvussu stór og oyðandi eldgosini gerast?

Frá jarðaryvirflatuni og inn móti kjarnanum av jørðini økist hitin til fleiri túsund stig (5000-6000 ºC). Jørðin kólnar spakuliga, og frígevur hitan út í rúmdina. Henda gongd hevur verið virkin, líka síðani jørðin varð til fyri umleið 4,6 milliardum árum síðani. Ein skuldi trúð, at jørðin mátti verið kólnað, men so er ikki. Hetta kemst av, at nýggjur hiti støðugt verður gjørdur við geislavirknum thorium, uran og kalium. Harafturat gongur varmarákið innanífrá jørðini til yvirflatuna seint fyri seg.

Hitarákið innan úr kjarnanum drívur ein flutningsstreym í kápuni, sum røkkur út í steinhválvið og inn aftur móti kjarnanum. Flutningsstreymurin drívur rákið av jarðarplátunum, har meginlandsskorpan flýtur omaná, meðan kalda og tunga djúphavsskorpan verður stoytt niður aftur í kápuna og gerst partur av grótringrásini (mynd 1a).

Mynd 1a

Mynd 1a) Jarðarskurðurin vísir støð (a, b og c) har magma verður til. Mynd 1b) Trýst-Hita diagrammið vísir tríggjar mátar at gera magma í kápuni úr grótslagnum peridotitt. A: Við øktum hita. B: Við lækkaðum trýsti, og C: Við at broyta jarðevnafrøðina við at leggja afturat vatn og CO2.

Mynd 1b

Flest øll grótsløg í kápuni eru samansett av fleiri steinsløgum, ið øll hava ymisk hitastig, tá ið tey byrja at bráðna. Hetta ger, at kápan hevur eitt hita-interval frá tá fyrsta steinslagið byrjar at bráðna, eisini kallað solidushitastigið, til øll steinsløgini eru bráðnað, eisini kallað likvidushitastigið.

Hvussu stórur partur av kápuni bráðnar á hvørjum dýpi, og hvussu einstøku steinsløgini eru samansett, gerst avgerandi fyri, hvussu magma verður evnafrøðiliga samansett. Hesi viðurskifti hava avgerandi leiklut fyri, hvussu stórt eldgosið verður, og hvat slag av gosi hetta verður. Kápan kann bráðna upp á fleiri mátar. Teir mest vanligu mátarnir eru við øktum hita, broyttari evnafrøði og lækkaðum trýsti. Mynd 1 vísir tríggjar kurvar. Reyða kurvan vísir jarðhitavøksturin frá jarðaryvirflatuni niður gjøgnum kápuna. Tað sæst, at vøksturin ikki er linjurættur, men at hitin økist mest teir fyrstu kilometrarnar, síðani minkar vøksturin lutfalsliga. Somuleiðis eru tvær kurvur, ið vísa solidushitastigið fyri grótslagið peridotitt. Hvíta kurvan vísir solidushitastigið í turrari kápu, og bláa kurvan vísir solidushitastigið við øktum vatn- og CO2 innihaldi.

a) Uppbræðing við øktum hita.
Hetta kemur fyri, tá ið magma treingir upp í skorpuna, og hitar síðusteinin so mikið nógv, at partar bráðna og blandast við verandi magmu. Hesin háttur gevur ikki stórar mongdir av magmu, og grótsløgini frá tílíkum bræðingum røkka sjáldan jarðyvirflatuni.

b) Uppbræðing við at lækka trýstið.
Hetta er mest vanligi mátin at bræða kápu. Á jørðini, har jarðarplátur fara sundur, lækkar trýstið í kápuni, og tískil verða grótsløgini førd upp um solidushitastigini, og bráðna. Hesin mátin framleiðir størstu nøgdirnar
av basaltiskari magmu. Upp í 15-25% av kápuni kunnu bráðna á henda hátt. Hetta slagið av uppbræðing sæst eftir miðatlantsrygginum og øðrum miðhavsryggjum kring allan heim. Dømi um slík eldgos: Miðhavsryggir, Ísland, Great Rift Valley (Afrika).

c) Uppbræðing við at broyta jarðevnafrøðina.
Verður jarðevnafrøðin broytt í kápuni, við eitt nú at leggja afturat óstøðug gasssløg sum CO2 ella vatn, lækkar solidushitastigið hjá grótslagnum, og tað kann á henda hátt byrja at bráðna. Hetta sæst serliga við tær týnandi pláturendurnar, t.d. kring Kyrrahavið. Her verður djúphavsskorpan stoytt niður í kápuna undir meginlandsskorpuni. Í dýpinum frígevast gasssløg til partar av kápuni omanfyri. Hetta elvir til, at solidushitastigið lækkar, og vit fáa magma (mynd 1). Hetta slagið av uppbræðing, gevur ofta andesittiska magmu við høgum (1-3%) innihaldið av óstøðugum gasssløgum, ið elva til ógvuslig útbrot. Dømi um slík eldgos: Tambora, Pinatubo.