Føroysk røð frá 1992.

Í trimum sendingum greiðir jarðfrøðingurin, Jóannes Rasmussen, sáli, okkum frá upphavi Føroya.

Í fyrstu sending verður víst á, hvussu ógvuslig eldgos á okkara leiðum fyri nógvum milliónum av árum síðani bygdu upp eina røð av basaltfláum, sum upprunaliga myndaðu ein veldugan basaltháslætta. Gjøgnum tær óteljandi øldirnar, ið eru gingnar, síðani háslættin varð bygdur, hava týnandi náttúrumáttir sum skiftandi hiti og frost, vindur og regn, skriðjøklar og havaldan máað burtur av lendinum. Samstundis er stórur partur av tí lendi, sum upprunaliga var yvir sjónum, sokkið undir sjóvarmálan, so bara ein lítil partur nú stingur uppundan, nevniliga okkara lítla oyggjaland.

Í aðru sending verður greitt frá fláabygnaðinum í Føroyum, sum tær síggja út í dag, frá teimum niðastu basaltfláunum, sum eru í Suðuroy, Mykinesi og Vágum, kolinum, gosmyrjuni, miðfláunum og til ovastu basaltfláirnar,sum eru eystantil í Føroyum. Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingur, sáli, greiðir frá.

Triðja sendingin snýr seg um innskotini: gongir, óreglulig innskot og syllar, hvønn uppruna, tey hava, og hvussu tey taka seg út í landslagnum. Jóannes Rasmussen greiðir frá.

Jóannes Rasmussen, sáli, greiður frá.
Martin V. Heinesen og Helgi Jacobsen løgdu til rættis.


Partur 1 av 3


Partur 2 av 3


Partur 3 av 3