Grótskápið er gjørt fyri at kveikja áhugan hjá næmingum fyri føroysku jarðfrøðini á ein spennandi og øðrvísi hátt. At vísa børnum og ungum fjølbroytni í náttúruni við bæði lutum, skrivligum tilfari, myndum og upplivingum úti í náttúruni.

Innihaldi í skuffuni er bólkað í tríggjar evnisbýttar høvuðsbólkar:

1: Grótsløg (skuffa 1),
2: Steinsløg (skuffa 2-4),
3: Jarðfrøðilig fyribrygdi (skuffa 5-6).

Í alt eru 36 kassar við yvir 200 lutum.

Bílegg grótskápið:
Møguligt er at bíleggja skápið frá Jarðfeingi við at seta seg í samband við Jarðfeingi (jf@jf.fo), ella við at ringja 357000.