Gosgrýti
Er grót, ið er stadnað úr eini grótbræðing (magma), antin spakuliga innan í jørðini (djúpgrýti og innskotið grót) ella skjótt oman á jørðini (daggrýti). Meðan ein grótbræðing oman á jørðini enn er flótandi, verður hon nevnd lava. Gosgrýtið í Føroyum er basalt, sum er myrkt á liti og er samansett av steinsløgunum plagioklas (feldspatt), olivin og pyroksen umframt øðrum. Vit skilja vanliga millum trý sløg av basalti, blágrýti, feldspattbasalt og olivinbasalt.

blagryti_tunnBlágrýti
Blágrýti er tætt basalt uttan størri ítinnur. Tað merkir, at tað ber illa til at síggja einstakar krystallar uttan við sjóneyku. Grótið er myrkagrátt og kann hava eitt bláligt skin. Tá grótið liggur leingi bert, verður tað ljósagrátt uttaná.
Tunnflís av blágrýti >

feldspattbasalt_tunnFeldspattbasalt
Feldspattbasalt hevur stór korn (ítinnur) av feldspatt, ið kunnu vera upp til fleiri cm stór. Tey síggjast ofta sum hvítar stengur ella plátur í gráum grundtilfari. Um vatn sleppur framat grótinum í longri tíðarskeið, tærist tað og kann fáa ein reydligan dám. Eftir langa tíð loysnar og molnar tað millum fingrarnar.
Tunnflís av feldspattbasalt >

olivenbasalt_tunnOlivinbasalt
Olivinbasalt hevur sjónligar ítinnur av olivin, sum kunnu vera upp til 5 mm stórar og síggjast sum øskugrønir, ofta næstan svartir plettir við tøttum gróti uttanum (grundgrýti). Tá olivinbasalt liggur bert, gerst tað við tíðini rustreytt og knortlut uttaná.
Tunnflís av olivinbasalt >