Legugrýti
Er vanligasta grótslagið á jørðini. Tað verður til, tá ið tæring og máan brýtur niður grót í smáar grót- og steinmolar, ella tá plantur følna. Sum frá líður, og meira tilfar legst omaná, verður leysur sandur, leirur, mógvur o.a. til fast grót, nú nevnt legugrýti. Í Føroyum hava vit kol, leirgrýti og royðugrót sum dømi um legugrýti.
Royðugrót
Royðugrót er blandað legugrýti av gosøsku og basaltsandi, sum feyk við vindinum ella skolaði við áum út á sjógv ella í eitt vatn. Tað er oftast reytt ella gult, men í summum førum grønligt. Ofta kannast plantusteinrenningar (fossil) í hesum gróti. Aðrastaðni sæst, at sandur hevur lagt seg í løg, alt eftir hvussu streymviðurskiftini hava verið á sjógvi ella í áum, har tað varð lagt.

Leirgrýti
Leirgrýti er eitt legugrýti, sum er samansett av sera smáum kornum. Tað kann vera lagskipað, so at tað brotnar í akum. Leirur legst á botnin í vøtnum og er fyrst móra. Gjøgnum langa jarðfrøðiliga tíð (milliónir av árum) kann annað grót leggjast omaná, so móran verður trýst saman og verður til grót.
