Framsýningin Jarðfrøðiliga tíðarlinjan vísir týdningarmiklastu hendingarnar í jarðarsøguni.
Jarðarsøgan er býtt upp í 15 tíðarmót. Oftast er tað ein týdningarmikil hending/týning av onkrum slagi, ið skilmarkar eitt tíðarmót. Eitt dømi er Kambriska spreingingin í millum Perm og Kambrium fyri umleið 542 mió. árum síðani, og eitt annað dømi er, tá dinosaurarnir doyðu út fyri umleið 65 mió. árum síðani.
Jarðfrøðiliga søgan kann vera torskild, tí at tíðarmótini eru yvir so langa tíð. Ein máti at síggja jarðfrøðiligu tíðarlinjuna, er at ímynda sær, at eitt ár er sum ein millimetur. Ein persónur, sum er 40 ár, hevur sostatt flutt seg 4 cm samsvarandi sínum aldri, meðan ein skal flyta seg 65 km fyri at samsvara við tíðina, síðani dinosaurarnir doyðu út (65 mió. ár). Hetta merkir, at um ein skal ferðast líka langt sum aldurin á jørðini, so skal ein ferðast frá Føroyum til Ottawa í Kanada ella til Suez í Egyptalandi.
Framsýningin er at síggja á SALT á Drelnesi í Suðuroy, 15. mai til 12. juni 2021
(Trýst á faldarin í høgru síðu fyri at taka hann niður sum pdf)

Uppgávur
Niðanfyri liggja nakrar uppgávur, sum hoyra til tíðarlinjuna, og sum tú kann taka niður.
(trýst á myndirnar fyri at taka uppgávurnar niður sum pdf)

Jarðfrøðiliga tíðarlinjan hjá jørðini. Frágreiðing við Lis Mortensen
(long versión 23:01 min.)
Jarðfrøðiliga tíðarlinjan hjá jørðini. Frágreiðing við Lis Mortensen
(stutt versión 02:04 min.)
