Stykkið – vestan fyri Breiðá
Gongin vestan fyri Breiðá er umleið fimm metrar breið. Grótið í gongini er feldspattbasalt, og stór feldspattkorn (ítinnur) síggjast liggja fram við rondina á gongini.
Upprunaliga hevur ein riva verið í jørðini her, sum ein grótbræðing spríkti upp í og stadnaði til fast grót; men spenningar og røringar hava eisini verið seinni, so at eitt rivulag (nógvar tættar rivur) nú er við knústum gongsgróti.

Rituvík – vestan fyri lendingina
Lavatunlar eru tóm, avlong hol innan í einari storknaðari lavaflógv. Teir verða ofta fyltir av bræðingum frá seinni eldgosum. Tá hellan rundanum verður máað burtur, og ífyllan liggur eftir, nevna vit tað ein grótdregil. Ein grótdregil er at síggja einar 250 metrar vestan fyri lendingina í Rituvík.
Hann er umleið tríggjar metrar breiður og ein metur høgur, og hann gongur inn undir eina basaltflógv niðast í bakkanum. Framman fyri sæst, at hann er sprotnaður í stabbar, ið venda út móti skorpuni.

Vestmanna – Fossá
Vestan fyri ánna undir ovaru byrging (SEV) er ein veit oman við byrgingini. Botnurin í veitini er hella, og her teljast mangar tunnar basaltfláir niðaneftir. Niðasta flógvin í veitini er uml. ein metur tjúkk, og tær ovaru eru heilt tunnar, og her sæst týðiliga, hvussu Malinstindarfylkið er bygt av tunnum fláum.
Niðast í hvørjari flógv eru pípupoknur, sum venda eitt sindur á skák og vísa hvønn veg, grótbræðingin hevur runnið. Ovarlaga í hvørjari flógv eru rundar og óskapligar poknur. Oman á fláunum er lavabørkur.

Viðareiði – á Helluni
Frá Døtlisgjógv suður um kirkjuna gongur ein morenubakki upp frá lendingini, hann er upp til 8 metur høgur og er berur á miðjuni. Tilfarið í morenuni er leir og ísmerkt grót av ymiskum skapi og stødd. Í øruni sæst eyr-, sand- og leirtilfar inn ímillum tær tunnu basaltfláirnar í helluni. Norðan fyri Døtlisgjógv halla fláirnar meir enn sunnanfyri.

Bøur – Akranessker og Jatnagarðar
Akranessker er úr óregluliga innskotnum blágrýti. Stabbanir venda í allar ættir og eru ymiskir í skapi. Ein gong sker tvørtur ígjøgnum, hon kann hava verið tilførsla til innskotið.
Jatnagarðar eru úr tveimum gongum, ið eru úr harðari tilfari enn grótið uttanum. Tað hevur við sær, at gongirnar eru meiri mótstøðuførar fyri burturmáan, og tær standa tí upp úr landslagnum. Báðar gongirnar hava stabbar tvørtur-um.

Argir – grótbrotið á Glyvursnesi
Í sunnara endanum av grótbrotinum á Glyvursnesi sæst partur av fláabygnaðinum í Ennifylkinum sera væl. Tjúkku basaltfláirnar eru týðiligar, og fláamørkini síggjast, har sum reydligu lindirnar eru. Millum tvær av basaltfláunum sæst ein týðilig royðugrýtislind.
Hvør einstøk flógv er uppbygd við einum lavabotni niðast, síðani einum kjarna, sum er meira massivur, og ovast er lavaskorpan. Henda skorpa er í støðum eisini reydlig og nógv umgjørd. Lesið annars um fláabygnaðin á kortinum um grótsløg.

Hov – oman fyri bygdina
Oman fyri Hov er ein serliga tjúkk basaltflógv. Fram við gamla vegnum ber til at síggja, hvussu hon sær út. Niðast eru regluligir stabbar, nógvir teirra eru sekshyrntir og hava umleið somu stødd. Mitt í flónni gerast stabbarnir óregluligir, færri av teimum eru sekshyrntir, teir smalka upp eftir og snúgva seg hvør um annan.
