Hvat er eitt mineral?
Eitt mineral (steinslag) er eitt natúrliga íkomið, ólívrunnið fast evni við ávísum evnafrøðiligum formli og einum eyðkendum krystallskapi. Flestu mineralini eru samansett av fleiri frumevnum, eitt nú Si, Mg, Al, O, Fe. Tó finnast mineral sum gull (Au), diamantur (C), kopar (Cu), ið einans eru gjørd av einum frumevni. Olivin hevur formilin (Mg, Fe)2SiO4. Mineral kunnu greinast og navngevast við einfaldum eyðkennum sum liti, herðu, skini o.s.fr., men verða eisini greinað nærri við t.d. sjóneykum, evnafrøðiligum kanningarhættum. Teir fysisku eginleikarnir hjá mineralunum eru tætt knýttir at evnafrøðini, og hvussu grundevnini sita í sonevndu krystallgrindini ella -rimarverkinum.
Upprunamineral og tilkomin mineral
Mineral, ið vaksa (krystallisera) beinleiðis úr grótbræðingini, verða nevnd upprunamineral. Í Føroyum eru upprunamineralini feldspatt, olivin, pyroksen, magnetitt og ilmenitt. Nógv onnur mineral eru í føroyskum basalti, men tey eru umgjørd upprunamineral ella úrskild í rivum og poknum burtur úr vatni, sum er seyrað gjøgnum grótið.
Kvartssteinar
Kvartssteinar eru ein serligur bólkur, har øll mineralini eru evnisliga samansett sum kisilsúrni (SiO2). Hóast hetta hava mineralini sera ymiskt skap og útsjónd. Bjargkrystallur er einasti kvartssteinurin við veruligum krystallum, hann veksur í sekskantaðum strýtum. Kalcedon, opalur, agat og jaspis eru kvartssteinar, sum eru skapleysir.
Soðsteinar
Soðsteinar (zeolittar) eru úrskildir burtur úr vatni, sum hevur runnið gjøgnum rivur og poknur í grótinum, tá tað enn var heitt. Soðsteinarnir eru evnisliga nær skildir, men í skapi eru teir sera ymiskir. Mest vanligu soðsteinarnir eru mesolitt, stilbitt og chabasitt. Í Føroyum eru eini 15 sløg av soðsteini, og eru teir høgt í metum hjá mineralsamlarum, ið stundum vitja Føroyar fyri at finna hesar.
Onnur mineral
Nógv onnur steinsløg eru vanlig í basaltinum, t.d. pyritt, sum er ein sulfid, og grønjørð sum er eitt av nógvum leirmineralum. Kalsitt er somuleiðis at finna í poknum og størri holum í basaltinum. Eisini eru onkur mineral úr reinum grundevnum, t.d. kopar.

At kenna mineral
Krystallskap
Hóast krystallskapið í teimum ymsu mineralunum kann bólkast í einans 7 fylki eftir ávísari symetri, hava mineral hvør sítt serstaka vakstrarkap; tey kunnu vera stabbut, kornut, nálaskapað, trevjut, strýtuskapað, plátuskapað o.s.fr. – onkur mineral eru skapleys.
Litur
Hvørt mineral hevur sín serliga lit. Ofta eru smáar nøgdir av ymiskum fremmandum grundevnum blandað upp í, sum geva ymiskar litir. Eisini kann eitt tunt jaður av onkrum fremmandum tilfari sita á yvirflatuni, sum gevur ein falskari lit.
Strikulitur
Liturin, sum eitt mineral hevur, tá tað verður knúst, nevnist strikuliturin. Hann kann síggjast við at draga steinin eftir einari porselensplátu og hjálpir til at kenna minerali.
Kloyving
Nógv mineral kunna kloyvast. Onkur teirra kloyvast bara ein veg, onnur tveir ella tríggjar vegir. Kloyvingin kann vera reglulig ella óreglulig, og vinkulin millum kloyvingsvegirnar kann eisini vera ymiskur alt eftir, hvat mineralið er. Kloyvingin sæst sum beinar rivur í krystallinum.
Brot
Tá ið mineral brotna uttan at kloyvast, kann brotið verða ymiskt; ójavnt, stabbut, skeljut ella splintrut.
Skin
Skinið sigur nakað um, hvussu ljós verður kastað aftur av einum krystalli. Dømi upp á skin eru m.a. metal-, glas-, diamant-, silki-, perlu- ella feittskin. Summi mineral skína ikki og eru matt.
Gjøgnumskygni
Gjøgnumskygni er treytað av, hvussu ljós ferðast gjøgnum eitt krystall. Onkur teirra eru gjøgnumskygd soleiðis, at tað ber til at síggja ígjøgnum tey. Onnur eru kám, tá kann bara litur síggjast ígjøgnum, og nøkur eru ógjøgnumskygd, soleiðis at einki ljós sleppur ígjøgnum.
Evnistyngd
Mineral viga ymiskt, flestu ljósu mineralini hava eina evnistyngd umleið 2,7, meðan nógv myrk mineral hava evnistyngd yvir 3. Málmsteinar eru serliga tungir við evnistyngd um 4 ella meir, meðan soðsteinar eru lættari enn flest onnur mineral – við evnistyngd á umleið 2.
Herða
Herðan á einum minerali verður kannað við at skava við negl, knívi ella einum øðrum minerali. Sonevndi Mohstigin hevur tíggju útvald mineral. Eitt mineral við einum hægri stigartali er harðari og kann skøva í øll tey, sum hava eitt lægri tal.