Soðsteinar (zeolittar) eru úrskildir burtur úr vatni, sum hevur runnið gjøgnum rivur og poknur í grótinum, tá tað enn var heitt. Soðsteinarnir eru evnisliga nær skildir, men í skapi eru teir sera ymiskir. Mest vanligu soðsteinarnir eru mesolitt, stilbitt og chabasitt. Í Føroyum eru eini 15 sløg av soðsteini, og eru teir høgt í metum hjá mineralsamlarum, ið stundum vitja Føroyar fyri at finna hesar.
Chabasitt
Chabasitt er ein soðsteinur, har krystallskapið líkist nógv einum terningi. Ofta vaksa krystallirnir saman í teggjum, sum kunnu gerast fleiri cm stórar. Krystallsamanvøkstur sæst ofta soleiðis, at hornið á einum krystalli stingur seg út gjøgnum slættan á einum øðrum. Chabasitt líkist nógv kalsitt, men er harðari og rýkur ikki av sýru, sum kalsitt.
Kloyving: Kloyvist tríggjar vegir
Herða: 5
Litur: Litleysur, gulligur
Evnistyngd: 2,1
Krystallfylki: Sekshyrnt
Skin: glas
Annað: Eyðkendar terningar

Mesolitt
Mesolitt er ein nálaskapaður soðsteinur, ið hevur hárfínar, ofta fleiri sentimetrar langar krystallnálir. Hesar nálir kunna eisini vaksa í kúluskapaðum trunkum. Tær eru sera skroypiligar, og ein skal vera varin fyri ikki at bróta tær ella stinga seg av teimum.
Kloyving: Ójøvn
Herða: 5
Litur: Litleysur
Evnistyngd: 2,3
Krystallfylki: Einhalsfylki
Skin: Glas ella silki
Annað: Sera viðbrekin

Thomsonitt
Thomsonitt er nálaskapaður soðsteinur, men tær fløtu krystallnálirnar eru ofta tætt vaksnar saman í kúluskap. Um kúlan er skorin av, ber til at síggja, hvussu nálirnar geisla innan úr miðjuni.
Kloyving: Góð kloyving
Herða: 5
Litur: Litleysur til hvítur
Evnistyngd: 2,3
Krystallfylki: Rætthyrnisfylki
Skin: Glas
Annað: Sæst ofta sum smáar kúlur

Analcim
Analcim er harðast av øllum soðsteinsløgunum. Analcim er eyðkent av sínum krystallskapi, sum kann minna um ein fótbólt. Tað kloyvist ikki, men sorlast, tá sligið verður á tað. Analcim er ikki av mest vanligu soðsteinsløgunum í Føroyum.
Kloyving: Sorlast
Herða: 5 – 5,5
Litur: Litleys til hvítur
Evnistyngd: 2,3
Krystallfylki: Regluligt fylki
Skin: Glas
Annað: Serstakt krystallskap

Heulanditt
Heulanditt er soðsteinslag, eyðkent við diamantlíknandi krystallskapi, perlukendum skini og av at tað lættliga kloyvist ein veg. Krystallirnir eru ofta smá, men kunnu tó væl vera ein til tveir sentimetrar.
Kloyving: Kloyvist ein veg
Herða: 3 – 3,5
Litur: Litleysur, veikt litbrá
Evnistyngd: 2,2
Krystallfylki: Einhalt
Skin: Glas, perlu
Annað: Eyðkent krystallskap

Stilbitt (desmin)
Krystallirnir eru avlangir og flatir, men ofta liggja teir tætt saman, so at teir líkjast einum bundi. Stilbitt kloyvist bara ein veg. Hetta soðsteinslagið er eitt av mest vanligu at finna í føroysku náttúruni.
Kloyving: Kloyvist ein veg
Herða: 3,5 – 4
Litur: Litleysur til hvítur, gulligur
Evnistyngd: 2,2
Krystallfylki: Einhalt
Skin: Glas, perlu
Annað: Sloyfubundi