Morena
Morena er leyst tilfar, sum ísur flytur við sær, tá ið hann fer yvir land. Tilfarið er sera blandað, bæði stór grótstykkir, fínari sandur, leirur og lívrunnið tilfar blandast saman. Hetta nevnist eisini till. Á myndini til vinstru sæst morena tætt við byrgingina um Fossá í Vestmanna. Niðast sæst brýnda hellan, í miðjuni morenan, og ovast sæst yngri jørðildi og grasvørður.
Í eskjuni er morenueyrur úr Vestmanna.
Á myndini til høgru sæst nærmynd av blandtilfari frá morenu >

Malargrót
Malargrót er rundleitt grót í ella úr eini møl. Allir kantar, sum upprunaliga vóru, eru brýndir av, tí grótið hevur ligið og rulla í aldudráttinum í fjøruni gjøgnum langa tíð. Stórt malargrót er at finna í gomlum urðum, tá tað minna grótið og sandurin eru skolað burt.
< Á myndini til vinstru sæst Gróthúsurð, vestan fyri Sandsbygd. Her er nógv stórt malargrót at síggja.

Frostsprongt grót
Tá ið tað regnar, fyllast rivur og gloprur í grótinum við vatni. Um veturin frystir vatnið til ís, sum jú fyllir meir enn vatn og trýstir grótið sundur, so at tað tærist og støkkur. Ein frosttærdur steinur ella klettur kann síggja út, sum hann er samansettur av fleiri smærri pettum. Sølt í vatni upploysa eisini spakuliga grót. Hetta tekur sera langa tíð og ger, at grótið spakuliga dettur sundur. Ávís steinsløg í grótinum, so sum olivin og pyroksen, upploysast skjótari enn onnur. Ofta fær grótið runt skap av hesari evnisligu tæring, sí myndina høgrumegin >

Skón- og mosagrót
Hella og leyst grót í fjøru og haga er ofta flekkut av ymiskt littum skónvøkstri, sum stavar frá ørsmáum algum og soppum, sum liva saman í symbiosu. Nógv hagagrót er eisini mosagrógvið. Skónvøkstur kann nýtast til at aldursmeta hellu og leyst grót. Skónir vaksa geiðslandi út frá miðjuni og kunnu gerast fleiri túsund ára gamlar, og tískil kann metast um tíðina, sum grót hevur ligið frammi í náttúruni. Men tá krevst eitt neyvt innlit í slag av skónum og nógvar avmátingar.

Ísskøvur
Tá jøkulsísur (undir ístíðum) skríður um lendið, brýnir hann og setur eftir sær týðilig spor á helluna, umframt at hann grevur alt leyst tilfar og leggur tað eftir seg í morenur. Ísskøvur eru at finna nógvastaðni í Føroyum, og á myndini omanfyri sæst dømi um hetta omanfyri Kvívík.
Á myndini høgrumegin sæst dømi um stórar bylgjur í helluni oman fyri Eiðisbygd, brýndar av sandi og øðrum leysgrýti í fossandi vatni undir ísinum >

Borikjarni og grótflís
Tá jarðfrøðingar skula kanna undirgrundina, er ofta neyðugt at taka borikjarnar úr dýpinum. Verða kjarnarnir lagdir á rað, ber til at kortleggja fláirnar, hvør eftir aðrari. Eisini verða royndir frá hesum borikjarnum tiknar út til nærri kanningar. Á myndini omanfyri síggjast fólk frá Landsverk í ferð við at bora eitt 150m djúpt hol, har borikjarni verður tikin og lagdur í kassar.
Á myndini høgrumegin síggjast brot frá borikjarna >