Mikudagin 12. apríl skipaði Jarðfeingi fyri fyrilestri í Kongshøll við heitinum ”Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða – Tvey valskeið við føroyskum limaskapi”, ið jarðfrøðingurin Martin Heinesen helt. Martin hevur verið limur í Landgrunsnevnd ST seinastu 11 árini, tilnevndur av Kongsríki Danmarkar saman við hinum Norðurlondunum.

Fyrilesturin var væl vitjaður og eini 50 fólk høvdu leitað sær oman í Kongshøll. Martin greiddi frá leiklutinum hjá Landgrunsnevndini og tí arbeiði, hann hevur fingist við seinastu árini, og hann kom millum annað inn á søgugondina hjá sjálvari nevndini, íð varð sett á stovn í 1997. Eisini varð komið inn á landgrunskrøv Føroya, íð norðan fyri eru avgreidd í nevndini, men krøvini sunnanfyri eru ikki avgreidd enn. Hesi koma væntandi til viðgerðar innanfyri tey komandi tvey árini ella so.

Eftir fyrilesturin var møguleiki at seta Martini spurningar, og eftir tað takkaði Uni Árting vegna Jarðfeingi Martini fyri hansara vala arbeiði og handaði honum eitt blómutyssi. At enda var høvi hjá áhoyrarunum at fáa sær ein kaffimun við onkrum góðum afturvið.