Týsdagin 11. juni var almen bókaframløga á Tjóðsavninum.

Bókin “Múrurin og miðaldar bispasætið í Kirkjubø” er eitt greinasavn við 17 greinum, skrivaðar av 12 ymiskum rithøvundum.

Ta einu greinina “The Stones and Mortars of the Faroese Medival Cathedral” hevur Uni Árting skrivað saman við fornfrøðinginum Per Storemyr. Í hesari greinini verður hugt nærri at sjálvum grótinum og mørtlinum í múrinum. 

Bókin er litprýdd, telur 460 síður og kemur út á bæði føroyskum og enskum.

Forsíðan á bókini Múrurin og miðaldar bispasætið í Kirkjubø.

Myndir frá almennu framløguni av bókini á Tjóðsavninum.

Myndir frá almennu framløguni av bókini á Tjóðsavninum.