Sum tit sikkurt vita, so er nógv magma í ferð við at fylla eina syll upp á eini 4 km dýpi undir yvirflatuni í økinum. Hetta hevur við sær, at yvirflatan í økinum lyftist, so hvørt sum meira magma verður fylt í syllina í neðra. Á myndini sæst, at lendið hevur reist seg einar 7 cm kring gosfjallið Þorbjørn frá 28. oktober til 6. november.

Myndin vísir dátur frá InSAR-fylgisveinum frá 28. oktober til 6. november. Lendið hevur reist seg einar 7 cm í hesum tíðarskeiðinum.

Tað serliga við hesum er, at bæði býurin Grindavík og jarðhitaverkið Svartsengi eru í nærøkinum. Eisini er vælkenda Bláa Lónið sera nær við væntaða útbrotsstaðið. Flogvøllurin í Keflavík er eisini nærhendis. Hetta ger, at mynduleikar og alt fólkið í nærøkinum eru á varhaldi, um tað skuldi farið at goyst. Seinasta eldgosið á hesari leiðini var umleið í 1240.

Ein ógvuslig røð av jarðskjálvtum hevur verið og er enn í økinum. Okkurt um 1.000 til 1.500 jarðskjálvtar um samdøgnið.

Um tað fer at goysa í økinum, verður talan nokk um sokallað «effusivt eldgos», har lítil gosøska væntast. Tó kan nakað av øsku standast burturúr, tá í magmaði møtir grundvatninum. Hetta væntast at vera í byrjanini.

Her er leinkja til meira kunning og bakgrundsvitan um gosfjøllini har á leiðini, sokallaða «Reykjanes Volcanic System».

https://icelandicvolcanoes.is/?volcano=REY#

Fleiri live-webkamera eru longu sett klár, so man kan fylgja við, um tað fer at goysa.

https://www.ruv.is/frettir/innlent/2023-11-04-vefmyndavel-fra-thorbirni-395745

https://www.youtube.com/watch?v=804nPrAUAxg

Her ber eisini til at fylgja við øllum jarðskjálvtavirkseminum í økinum og lesa ymiskt aktuelt um støðuna.

https://www.vedur.is/skjalftar-og-eldgos/jardskjalftar/reykjanesskagi/

 

Um tað verður til eitt eldgos á hesum sinni, fer tíðin at vísa.