Hósdagin 17. juni vardi Óluva R. Eidesgaard, ph.d.-ritgerð sína við heitinum “Investigation and applicability of interpreted well log data within the Faroe Islands Basalt Group (FIBG)” á Københavns Universitet. Ein føroyskur samandráttur av ritgerðini kann lesast her: Óluva R. Eidesgaard verjir ph.d. | Jarðfeingi (jf.fo)

Ritgerðin byggir á tríggjar vísindaligar greinar, harav tann fyrsta er almannakunngjørd í Geothermic, tann næsta er góðkend við einkultum broytingum í AAPG Bulletin og tann triðja verður í næstum send til meting hjá International Journal of Greenhouse Gas Control.

Verjan var almenn, so fólk úr Føroyum og øðrum londum høvdu møguleika at fylgja ph.d. verjuni á Zoom. Fyrst greiddi Óluva frá sínum arbeiði og síðani svaraði hon spurningum og kjakaðist við metingarfólkini. At enda var møguleiki hjá áhoyrarum at koma við spurningum og viðmerkingum. Verjan vardi útvið 3 tímar, og metingarnevndin var samd um, at talan var um eina góða ritgerð, verju og kjak.

Í metingarnevndini vóru Sverre Planke, professari á CEED, Centre of Excellence, Oslo Universitet; Michael Larsen, høvuðsráðgevi hjá Ineos Oil and Gas Denmark og Kresten Anderskouv, lektari á IGN, Københavns Universitet.

Vegleiðarar hjá Óluvu hava verið Lars Ole Boldreel, lektari á IGN, Københavns Universitet, Niels Hemmingsen Schovsbo, seniorgranskari á GEUS og Jana Ólavsdóttir, granskari á Jarðfeingi.

Á myndini frá vinstru: Jana Ólavsdóttir, granskari og hjávegleiðari, Óluva R. Eidesgaard, nýklaktur ph.d., og Niels Christian Nolsøe, stjóri, øll á Jarðfeingi. (myndatøka: Annika Sølvará)

Sí leinkju til gransking.fo her!