Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð

Jørðin gerst heitari, sjógvurin hækkar, djórasløg eru hótt. Dálkingin veksur og lívfrøðiliga margfeldið minkar. Seinastu árini er tað vorðið alsamt meiri greitt, at heimurin stendur í einari djúpari umhvørvisligari kreppu. Náttúruvísindini hava í áratíggju granskað og víst á, hvussu illa stendur til, men vit hava ikki megnað at gjørt tað, sum skal til, fyri at venda gongdini. Trupulleikin tykist at hava við okkara grundleggjandi náttúrufatan at gera. Hvussu skilja vit náttúru? Og hvussu hugsa vit um okkum sjálvi sum ein part av náttúruni? Hesir heilt grundleggjandi spurningarnir eru ikki bert náttúruvísindaligir, men tvørvísindaligir, og hava stóran týdning fyri, hvussu vit skipa okkara viðurskifti millum samfelag og náttúru… Les meira um ráðstevnuna her: Ráðstevna: Hvat er náttúra? – Føroya Fróðskaparfelag (frodskaparfelag.fo)

Tiltakið verður hildið sum ráðstevna við fyrilestrum og listaligum uppleggum, og er ætlað øllum, ið hava áhuga fyri evninum, bæði fólk innan list, hugvísindi, samfelagsvísindi og náttúruvísindi. Tiltakið verður 6. november 2021 í Kongshøll.

(Kelda: http://frodskaparfelag.fo/)