Tann 20. og 21. mars bjóðar Jarðfeingi eitt tveir dagar langt jarðfrøðiligt skeið fyri brunnborarar og tey, ið arbeiða við vegagerð, tunlum, planering, spreinging, útstykking og møgulig onnur.

Á skeiðnum verður gingið ígjøgnum grundleggjandi føroyska jarðfrøði umframt føroyska grundvatnsjarðfrøði.

Skeiðið verður hildið á Jarðfeingi, umframt at farið verður út at vitja áhugaverd støð. Tey, ið eru áhugað, kunnu venda sær til jf@jf.fo ella á telefon 357000 fyri nærri kunning viðvíkjandi kostnaði, tilfari og prógvi.