Bóklingurin Unique stories from unique places in the North er í dag tøkur á netinum við 19 søgum úr Norra, Føroyum og Íslandi.

Bóklingurin og 9 filmsbrot eru fyrsti partur av NORA-verkætlanini GeoFoodEdu, har Magma Geopark (Norra), Katla Geopark (Ísland) og Jarðfeingi hava tosað við fólk um, hvussu tey nýta og liva av tí, sum land og sjógvur kunnu geva.

Norska listakvinnan Siv-Grethe Bøhn Pettersen hevur myndprýtt bókina.

Sjey av søgunum úr bókini eru føroyskar. Dorthea Joensen greiðir frá seyðahaldi og ullframleiðslu á Signabøgarði, umframt um føroyska hestin og skeljahelluna á Signabø. Agnes Mols Mortensen, stjóri á Tara, greiðir frá taraframleiðslu í Fámjin, og Eva úr Dímun greiðir frá lívinum sum kongsbóndi á Stóru Dímun.

Søgurnar úr Íslandi og Norra lýsa hópin av evnum, sum t.d. hunangsframleiðslu, havhestaveiðu og velting undir Eyjafjallajøkli.

Eftir ætlan heldur verkætlanin fram í eitt ár afturat, har málið er at framleiða undirvísingartilfar og stuttfilmar til almenning og skúlar um sambandið millum landslag og staðbundna matframleiðslu.

Sí filmsbrotini her.