Spurningur frá Jensiu Brodersen:
Vit sita og tosa um Heljareyga í Hoyvík. Men hvat er forkláringin uppá hattar holið sum er í fjørðuni?
Svar:
Ein roynd at forklára fyribrygdi við myndum.
Heljareyga nær við lendingina í Hoyvík er djúpt hol í klettinum tætt við sjóvarmálan. So tætt, at holið hevur samband við sjógvin uttanfyri. Sjógvur sígur inn og út úr holinum. Kavarar kunnu leypa niður í holið og svimja undir sjónum ígjøgnum holið út í Hoyvíkina.
Fyri nøkrum árum síðani mettu jarðfrøðingar, at Heljareyga í Hoyvíkini var farvegurin eftir stórum viðarbuli í frumskóginum, sum brendi burtur í lavastreyminum frá einum av teimum eldgosunum, sum bygdu føroyska økið.
Myndin av skógareldinum, sum hendir orsakað av einum eldgosi, vísir, hvussu trøini líðandi brenna í øgiliga hitanum. Tey flestu trøini brenna burtur.

Kelda: https://www.dailymail.co.uk/news/article-3694022/Hawaiian-photographer-captures-rare-glowing-lava-mold.html
Nøkur fá trø brenna burtur á ein hátt, so lava storknar um træbulin, meðan træið brennur upp. Farvegurin av slíkum burturbrendum trøum er týðiligur, so sum hendan myndin vísir. Trøini, sum vuksu í Føroyum fyri 55 milliónum árum síðani, vóru stór, so tað er kanska ikki merkiligt, at holið í Heljareyga er so vítt.
Men er holið í Hoyvíkini farvegurin eftir einum brendum træi? Holið hevur ein annan form enn ein beinur viðarbulur. Tað er runt omaná og víðkar niðureftir og er opið undir yvirflatuni, so tað hevur samband við sjógvin uttanfyri. Ein onnur jarðfrøðilig tulking av Heljareyga er tí, at hetta er ikki formurin av einum burturbrendum træi, men heldur eitt lofthol í einum lavatunli. Í einum eldgosi rennur lava í streymum, og so hvørt sum partar storkna, gerst lavastreymurin ofta til lavatunnil. Tann næsta myndin roynir at vísa ein slíkan lavatunnil við loftholi, sum ikki eru óvanligt, tá lava rennur í streymum út yvir eitt øki.
Tá grótbræðingarnar storkna, kann lavatunnilin í eina tíð vera tómur. Hann kann seinni fyllast upp av eini aðrari grótbræðing. Hendan síðsta myndin er úr einum tómum lavatunli í Íslandi, sum sær út til at hava eitt ella fleiri lofthol, har ljós kemur niður í lavatunnilin.
Vit hava tí tvær forkláringar um holið í Heljareyga í Hoyvík. Tað kann vera farvegurin eftir einum stórum viðarbuli, sum brendi burtur, ella tað kann vera eitt lofthol í einum lavatunli.