Klokkan 01:25 um náttina 6. februar mátaði jarðskjálvtamátarin á Sornfelli nakrar ristingar (Mynd 1 og 2). Tað vísti seg, at hesar ristingar stavaðu frá einum hørðum jarðskjálvta í Turkalandi. Hesin var ein av tveimum hørðum jarðskjálvtum, ið raktu Turkalandi nærhendis markinum til Sýrialand. Tann fyrri (niðara stjørnan á mynd 3) var stutt eftir klokkan 1 um um náttina. Hesin var máldur til 7,8 á Moment Magnitude-skalanum, sum er ein dagføring av Richter-skalanum. Bara 9 tímar seinni rakti enn ein stórur jarðskjálvti (ovara stjørnan á kortinum). Hesin bleiv máldur til 7,5. Í miðal er ein jarðskjálvti omanfyri 7,0 um mánaðin í heiminum, so at tveir so harðir raktu innanfyri so lítið øki, er sera óvanligt. At jarðskjálvtar raka Turkaland er tó ikki óvanligt, tí vestari partur av Turkalandi liggur á einari mikroplátu, ið nevnist Anatolska mikroplátan. Norðanfyri er Eurasiska plátan, og sunnanfyri koma Afrikansku og Arabisku pláturnar. Hetta ger, at Anatolska mikroplátan verður kroyst og flytur seg umleið 2 cm vestureftir um árið.

Har ið Arabiska plátan trýstur upp ímóti Anatolsku plátini, er Eystur Anatolska umskaringin. Hetta er ein umskaring, har pláturnar flyta seg eftir liðini hvør móti aðrari, eins og vit kenna tað frá San Andreas- umskaringini í Kalifornia. Jarðskjálvtin hendir við, at spenningar, ið kunna vera uppbygdir yvir nógv ár, gera, at pláturnar brádliga flyta seg langt í einum. Styrkin á jarðskjálvtanum veldst um, hvussu langt pláturnar flyta seg, og hvussu stórt øki flytur seg. Tá ið tað glapp náttina millum 5. og 6. Februar, fluttu pláturnar seg fleiri metrar (USGS metir upp til 3 m). Pláturnar fluttu seg í einum øki upp á meira enn 100 km. Orkan, sum bleiv leysgivin, verður roknað í joule, og her hevur granskarin Januka Attanyake mett, at samlaða orkan í 7,8 jarðskjálvtanum var 32.000.000.000.000.000 j, sum svarar til meir enn 400 ferðir orkuna í kjarnorkubumbuni, sum varð slept yvir Hiroshima í seinna heimsbardaga.

Í Føroyum mátaðu vit eisini jarðskjálvtarnar, bæði tann fyrra upp á 7,8 og tann seinna upp á 7,5. Ristingarnar fóru stytsta veg, og komu harvið niður í kápuna, har tær ferðaðust út við 8 km/sek, og tí tók tað ristingunum bara umleið 10 minuttir at koma til Føroyar, hóast tær skuldu ferðast fleiri túsund kilometrar. Tá tær náddu Føroyar, vóru ristingarnar tó so smáar, at ein eingin varnaðist tær.

Jarðskjálvtar í Føroyum

Av tí at Føroyar liggja langt frá plátumarki, so eru jarðskjálvtar sera sjáldsamir í Føroyum. Hetta varð staðfest, tá Jarðfeingi saman við BGS setti upp fimm jarðskjálvtamátarar í Føroyum. Tað einasta, hesir mátaðu, var ein jarðskjálvti upp á 3,0 undir ytsta banka (Lousy Bank). Ein grein um hesar mátarar sæst her. Einasta hending, man veit um á landi, var í apríl-mai 1967, tá ein røð av ristingum var í Vági. Íslendingarnir Ragnar Stefánsson og Haraldur Sigurðsson settu tríggjar jarðskjálvatamátarar upp millum 8. og 12 mai, men tað einasta, teir mátaðu, var ein við styrki -1,0 í eini dýpd upp á 1,2 km. Út frá hvar og hvussu fólk tá føldu ristingarnar, er mett, at harðasti skjálvtin var 2,2. Vísindalig grein um hetta sæst her.

Mynd 1. Myndin vísir mátingar á jarðskjálvtamátaranum á Sornfelli av ristingum við styttri bylgjulongd. Ovast vinstrumegin er dato. Vatnrøttu linjurnar vísa ristingarnar. Hvør linja vísir ristingar gjøgnum ein hálvan tíma, minuttir síggjast niðast. Tímarnir vinstrumegin og høgrumegin eru føroysk tíð. Pílurin vísir ristingar frá jarðskjálvtanum.

 

Mynd 2. Myndin vísir mátingar á jarðskjálvtamátaranum á Sornfelli av ristingum við langari bylgjulongd. Jarðristingar við langari bylgjulongd røkka longur enn ristingar við styttri bylgjulong og tí er størri útslag. Pílurin vísir har ristingarnar frá jarðskjálvtanum byrja klokkan 01:25. Ristingarnar geva sera stórt útslag á jarðskjálvtamátaranum og skriva tí omaná hinar mátingarnar.

 

Mynd 3: Tektoniskur pláturnar kring Turkaland. Reyðu stjørnurnar vísur hvar jarðskjálvtarnir hendu. Kelda: Caglayan A., Isik V. & Saber R., Mapping Active Faults and establishing Fault Avoidance Zones: Applications for Disaster Risk Reduction in Urban Planning in Turkey. 3rd international Geoscience Congress, Teheran Iran, February 2018