Fríggjadagin 27. januar var landsstýrimaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum, Høgni Hoydal, á vitjan á Jarðfeingi, har stjórin Niels Christian Nolsøe, saman við starvsfólkum, greiddi frá virkseminum hjá Jarðfeingi.
Framløgan, ið bar heiti Virðismikil vitan um grund og undirgrund, vísti á tey rák í útheiminum og í Føroyum, ið eru umráðandi fyri, hvat Jarðfeingi fæst við innan síni arbeiðsøki: ráðgeving, gransking, tøkni, undirvísing og miðling.
Í framløguni varð víst á, hvussu arbeiðið á Jarðfeingi ávirkar samfelagsviðurskiftini í Føroyum, alt frá búskapi til váðastýring, infrakervi og ymiskar útbyggingar. Her arbeiðir Jarðfeingi í tøttum samstarvi við ráðini, vinnuna, kommunur, borgarar og ikki minst samstarvsfelagar í øðrum londum.
Framløgan lýsti eisini eitt úrval av verkætlanum, ið eru í gongd á Jarðfeingi í løtuni, so samanumtikið var hetta eitt gott høvi hjá landsstýrismanninum saman við umboðum frá UVMR at seta seg inn í breiða arbeiðsøkið hjá Jarðfeingi.