Føroyska økið við Grønland, risastór eldgos og nýtt heimshav í heitum veðurlagi. Her byrja søgurnar frá landsløgum í Suðuroy, sum vit fara at hoyra um á útferð leygardagin 24. apríl.
Vit byrja við eini framløgu á Tvøroyar Skúla har Barbara Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur og Lis Mortensen, landafrøðingur, frá Jarðfeingi, fara at greiða frá serstøkum støðum í Froðba, á Tvøroyri og í Hvalba, sum lýsa tíðina við eldgosum og ístíðirnar, sum hava formað landsløgini.
Aftaná framløguna fara vit við bussi út at síggja m.a. Kulugjógv í Froðba, kolanámið í Hvalba og fleiri onnur áhugaverd støð í økinum. Hesi støð siga frá tíðum, tá risastór eldgos bygdu upp Føroyar samstundis sum eitt nýtt heimshav varð til, um tíðir við heitum veðri og frumskógi og aðrar tíðir tjúkkum ísi og háarktiskum veðri.
Visit Suðuroy og Tvøroyar Kvøld- og Ungdómsskúli skipa fyri tiltakinum tann 24. apríl. Tiltakið byrjar kl 10 og endar kl 16. Tað ber til hjá áhugaðum at koma til Suðuroyar leygarmorgunin við Smyrli og náa norðuraftur um kvøldið.
Útferðin varð ætlað at vera tann 10. apríl, men vegna kava varð tiltakið flutt til 24. apríl.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúla, www.kvungskuli.fo. Luttøkukostnaður er kr 250.