Í oktober skipaði Jarðfeingi fyri einum hugaroksdegi um vatn. Til tiltakið møttu umboð fyri kommunur og vinnu umframt umboð fyri politiska myndugleikan. Endamálið við degnum var at skapa ein pall til teirra, ið arbeiða við vatni á ymiskan hátt, bæði tá tað kemur til veiting av drekkivatni til borgarar og vinnu, og eisini tá talan er um spillivatn ella brúk av vatni sum orkukeldu.
Um tvey ár er ætlanini at halda eina ráðstevu í Føroyum um vatn, og dagurin á Jarðfeingi var startskotið til eitt samstarv millum ymisku áhugabólkarnar.
Nógv ymisk evni vóru havd á lofti, har ymsir vinklar komu fram, bæði viðvíkjandi avbjóðingum og hugskotum um, hvussu best kann farast fram. Hetta gerst alsamt meira umráðandi, ikki minst nú tørvurin á reinum vatni gerst alsamt størri, bæði í Føroyum og í altjóða høpi.